Kringvarpið: Politiska skipanin má gera meira
15. Desember 2023
Sum aftursvar til mongu áheitanirnar til politisku skipanina at bjarga Kringvarpinum, hevur Almanna- og mentamálaráðið sent uppskot út til hoyringar um at prístalsjavna kringvarpsgjaldið. Hetta hevur havt við sær, at Kringvarpið hevur tikið aftur ætlaðu uppsøgnirnar, sum vit sjálvandi fegnast um.
Hóast uppskotið er kærkomið og ein góður bati til Kringvarpið, er hetta ikki nóg mikið til at tryggja framtíðina hjá hesum týdningarmikla stovni. Samgongan skal gera meira fyri Kringvarpið, um tey ynskja at gera álvara av lyftinum í samgonguskjalinum um at "miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast".
Starvsfelagið hevur sent Almanna- og mentamálaráðnum hoyringsskriv um hetta, skrivið er viðfest her:
Hoyringssvar til lógaruppskot um at broyta løgtingslóg um kringvarp
Starvsfelagsið skal hervið gera viðmerkingar til uppskotið frá Almanna- og mentamálaráðnum um tiltøk, sum skulu:
- hækka krigvarpsgjaldið hjá likamligum persónum upp til fólkapensjónsaldur úr 150 kr. í 166 kr. um mánaðin og hjá fólkapensionistum úr 50 kr. í 63. kr
- prísjavna krigvarpsgjaldið frá 1. januar 2025 og
- lækka krigvarpsgjaldið fyri smærri virkir og stovnar.
Endamálið við uppskotinum er at tryggja, at Kringvarpið «so við og við kemur í fíggjarliga javnvág og at tryggja inntøkugrundarlagið móti árligum vøkstrum.»
Yvirskipað tekur Starvsfelagið undir við lógaruppskotinum, sum fer at forða fyri at fráboðaðu uppsagnirnar í Krigvarpinum verða settar í verk. Kortini harmast felagið um, at tað skal vera neyðugt, at gera slíkar neyðloysnir fyri okkara kringvarp, sum ikki loysa veruligu trupulleikarnar og taka hond um Kringvarpið sum public service stovn.
Vit óttast fyri, at hetta kann vera ein lappaloysn, sum ikki fer at loysa veruligu trupulleikarnar, tí at tað má meira til enn hetta.
Niðurlagingin av KvF
Øllum er greitt, at fíggjarligu trupulleikarnir hjá Kringvarpinum eru ikki nýggir. Síðani sjónvarpið og útvarpið vóru løgd saman í 2005 eru ársverkini á stovninum minkað úr 115 niður í 77. Uppsagnir hava verið ein afturverandi táttur, sum hevur skrykt grundarlagið undan familjum og ferð eftir ferð fingið grundarlagið hjá stovninum at ridla. Nógv dunalig starvsfólk hava leita sær aðrar leiðir. Og alt meðan kringvarpið er niðurlagað, eru teir privatu miðlarnir farnir burtur í einki.
Miðlalandslagið hevur neyvan verið veikari enn í løtuni, og tað hendur í eini tíð, har falstíðini hava fingið fastatøkur, og tørvurin á sterkum journalistiskum redaktiónum, ið kunnu geva borgarunum óhefta og kritiska samfelagsupplýsing, er ovurstórur.
Hendan samgongan hevur eisini góðar ætlanir og hevur í samgonguskjalinum lovað, at «miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast».
Lógaruppskotið, sum nú er fráboðað fer tó ikki at styrkja hvørki miðlalandslagið ella Kringvarp Føroya. Hækkingin er so avmarkað, at hon fer nóg illa at loysa teir aktuellu og mest akuttu trupulleikarnar hjá Kringvarpinum.
Tiltøkini mugu betrast
Upplýst er, at uppskotið fer at útvega Kringvarpinum 5,3 milliónur krónur, meðan fráboðaðu sparingarnar hjá stovninum vóru 8,2 milliónur krónur. Tær ringastu avleiðingarnar kunnu loysast, men Kringvarpinum manglar framvegis tríggjar millliónir bara fyri at halda stand.
Hetta fer sostatt ikki at geva nakra menning og at stykja Kringvarp Føroya, soleiðis sum samgongan ætlar.
Vit hava tey seinastu árini uppliva ein methøgan prísvøkstur, samstundis sum lønirnar eru hækkaðar. Kringvarpsgjaldið hevur hinvegin ikki verið prísjavnað síðani 2016 og hevur øll hesi árið staðið í stað. Samstundis sum hækkingin, sum nú er fráboðað ikki fer at nøkta akutta tørvin, svarar hækkingin neyvan heldur til tann veruliga vøksturin, sum hevur verið í prísum og lønum hesi seinastu 7-8 árini.
Tískil er hækkingin í krigvarpsgjaldinum uttan iva ov lágt sett, um hon skal viga upp ímóti lønar- og prísbroytingunum sum hava verið síðani 2016. At uppskotið, so haraftrurat inniheldur eitt uppskot um at minka kringvarpsgjaldið hjá summum stovnum og fyritøkum, er eitt átak, sum heldur ikki fer at koma krigvarpinum til góðar – tvørturímóti.
Um kringvarpssgjaldið minkar hjá smáum stovnum og fyritøkum, eigur politiska skipanin tí at umhugsa um hetta evt. ikki kann uppvigast við hægri gjaldi fyri tær størru fyritøkurnar og stovnarnar. Hetta so, at hetta konkreta inntrivið, ið hvussu so er ikki fær negativa ávirkan á tað sperda Krigvarpið.
Sum er gjalda fólk ikki krigvarpsgjald fyrr enn tey eru 24 ár. Tað kann undra, at hetta markið er sett so høgt, tá ið fólk t.d. gjalda heilsutrygdargjald og til arbeiðsloysisskipanina, tá ið tey eru ávíkavist 18 og 16 ár. At lækka aldurmarkið fyri at gjalda krigvarpsgjald kundi verið annar møguleiki, sum politiska skipanin eigur at umhugsa.
Starvsfelagið skilur, at tann ætlaða prísjavningin av krigvarpsgjaldinum á 2 % fer ikki at viga upp ímóti verandi lønar- og prísvøkstri. Haldførið hjá Krigvarpinum fer at versna og framrokningar vísa, at KvF longu frá 2025 fer at hava hall.
Starvsfelagið fer tí at mæla til at nýta aðra skipan til prísjavnin, t.d. hana, ið verður nýtt innan almannaøkið, og sum hevði givið eina rættari og betri regulering fyri KvF.
Starvsfelagið fer at mæla politisku skipanini, serliga samgonguflokkunum, til at liva upp til lyftið í samgonguskjaninum um at styrkja Kringvarp Føroya. Tað verður ikki gjørt við lappaloysnum, sum bert eru lutvísar loysnir, men við loysnum, sum geva okkara felags public service stovni varandi og stabilar karmar at virka undir.
Vilja vit Krigvarpi Føroya væl, gera vit meira enn hetta uppskotið mælir til.
Vinarliga
Súni Selfoss, formaður
Starvsfelagið