Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Roykipolitikkur

Ásannandi, at royking er heilsuskaðilig, skal roykipolitikkurin tryggjaroykfrítt umhvørvi á øllum almennum arbeiðsplássum.

Endamál
Endamálið er at seta upp fyriskipanir á arbeiðsplássinum, soleiðis at øllstarvsfólk kunnu fremja sítt arbeiði í einum roykfríum umhvørvi.

Roykfrí øki
- eru í minsta lagi:
· Arbeiðshøli, har fleiri enn eitt starvsfólk arbeiða
· Høli, har viðskiftafólk verða avgreidd
· Matstovur
· Fundarrúm
· Felagshøli. Hesi eru m.a
- gongir
- kopirúm
- setstovur
- lyftur
- wc
- Tænastubilar

Undantøk
Í arbeiðshølum, har bert eitt fólk arbeiðir, kann eftir avtalu viðleiðsluna verða roykt.
Harumframt kann royking verða loyvd í serligum hølum, ætlað at roykja í.

Skelting
Arbeiðsplássið skal við uppsløgum, skeltum og á annan hátt vísa ámøgulig roykihøli og lýsa roykiforboð.

Upplýsing, ráðgeving v.m.
Upplýsing á arbeiðsplássinum um vandan av royking kann umfatafundir, møguliga við luttøku av ráðgevum uttanífrá, skrivligt tilfar,innanhýsis og/ella uttanhýsis skeið v.m. Harafturat kann arbeiðsplássið hava ein leiklut í sambandi viðsjálvbodna avvenjing hjá starvsfólki.