Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Familjupolitikkur

Arbeiðið er stórur partur av gerandisdegnum hjá eini familju. Tí hevur tað stóran týdning, at arbeiði og heimalív sampakka.

Endamál
Endamálið er at geva einstaka starvsfólkinum rúmd fyri bæði arbeiði og heimalívi.

Karmar og mentan
Smidligir karmar eru neyðugir, men ikki altíð nóg mikið at røkka endamálinum um eitt familjuvinarligt arbeiðspláss. Mentanin á arbeiðsplássinum eigur at stuðla undir familjupolitikkin. Tað liggur á leiðsluni og starvsfólkunum í felag at tryggja at so er. Her eru m.a. starvsfólkasamrøður eitt týdningarmikið amboð.

At leggja arbeiðið til rættis
Bæði leiðsla og starvsfólk eiga at vera lagalig og smidlig, tá arbeiðið verður lagt til rættis. Tað liggur á leiðsluni at skipa so fyri, at fleiri enn ávísa starvsfólkið duga at røkja uppgávur, ið ikki kunnu liggja óloystar vegna forfall av sjúku ella fráveru.

Skiftitíðir/flekstíð
Starvsfólk eiga at hava møguleika fyri at arbeiða í skiftitíðum/flekstíð. Um arbeiðsuppgávurnar loyva tí, skal tað til tíðir bera til at arbeiða heima.

At broyta arbeiðstíð
Lívsskeiðið hjá starvsfólkum broytist gjøgnum eitt langt arbeiðslív. Arbeiðsplássið eigur at ganga grundaðum ynski um at broyta arbeiðstíðina ávíst tíðarskeið á møti. Hetta eigur ikki at forða fyri møguleikanum fyri fakligari og persónligari menning á arbeiðsplássinum ella darva møguleikanum fyri framflyting.

Yvirtíð
Yvirtíð eigur at verða avmarkað. Til dømis eiga fundir ikki at verða lagdir uttan fyri vanliga arbeiðstíð, uttan so at tað er alneyðugt.

Frítíð og frídagar
Tá frítíð og frídagar verða løgd til rættis, má atlit verða tikið at tørvinum hjá arbeiðsplássi og starvsfólki. Leiðslan eigur saman við starvsfólkunum at leggja frítíð og frídagar lagaliga til rættis.

Børn á arbeiðsplássinum
Um arbeiðsumstøðurnar loyva tí, kunnu starvsfólk hava børn við til arbeiðis einstakar løtur.