Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Kjarnumálini 2015

Løntakarin og arbeiðsmarknaðurin í fokus

– Kjarnumál hjá Starvsmannafelagnum í valárinum 2015

 

Starvsmannafelagið hevur avgjørt at varpa ljós á løntakan og arbeiðsmarknaðin nú løgtingsval er í hondum. Felagið hevur kjósað sær 12 kjarnumál, sum felagið vónar at flokkarnir fara at taka til sín og vit vóna fara at síggjast aftur í komandi valstríðnum

Tað eru álitisfólkini og nevndin í Starvsmannafelagnum, sum hava valt kjarnumálini, sum felagið síðani hevur lagt fyri teir sjey flokkarnar, sum eru umboðaðir í løgtinginum, at taka støðu til.

12 kjarnumál
Verkætlanin – lýsingin av kjarnumálunum, støða felagsins og brot úr grundgevingunum frá flokkunum – eru almannakunngjørd í einum serblað í Sosialinum, sum kom í hvør hús í landinum 1. juli. Eisini er tilfarið kunngjørt í Starvsblaðnum, sum kemur út í summar.

Lesið serblaðið um Kjarnumálini við at trýsta her.

Politisku flokkarnir vóru bidnir um at taka støðu til kjarnumálini út frá trimum svarmøguleikunum, sum eru at lesa í yvirlitum, ið er knýtt at hvørjum einstøkum av kjarnumálunum. Allir flokkar, uttan Fólkaflokkurin, tóku støðu til svarmøguleikarnar, sum síggjast í yvirlitinum.

Lesið viðmerkingarnar
Harumframt fingu flokkarnir høvi í stuttum at grundgeva nærri fyri síni støðu til kjarnumálini. Allir sjey flokkar í Løgtinginum hava grundgivið fyri sínari støðutakan.

Ovast á síðuni kanst tú lesa skrivligu viðmerkingarnar í fullari longd, sum flokkarnir hava sent Starvsmannafelagnum til tey 12 kjarnumálini. Hetta kann lestast við at trýsta á hvørt einkult kjarnumál í listanum ovast á hesu síðu.

Starvsmannafelagið ynskir øllum sínum limum og føroyingum annars eitt gott løgtingsval.