Við sjúku hjá limum
Felagið hevur teknað trygging fyri limin, um hættislig sjúka verður staðfest.
Útgjaldsupphæddin er 175.000 kr. Henda upphædd er skattafrí og verður útgoldin beinanvegin, sjúkan verður staðfest.
Hættisligar sjúkur hjá limum umfata:
A. Krabbameinssjúku (cancer)
B. Blóðtøpp í hjartanum (hjartainfarkt)
C. Bypass-skurðviðgerð ella ballónvíðkan fyri krúnulívæðrakálking
D. Hjartaloku-skurðviðgerð
E. Lívshóttandi óregluligur pulsur, við ísetan av ICD-eind (hjartakvikli)
F. Aorta sjúka (Sjúka í meginlívæðrini)
G. Slag (Heilabløðing / blóðtøppur í heilanum)
H. Bjølgar á lívæðrum í heilanum (innanskalla sakkulat aneurisma) æðraavskapan í heila-
num (AV-malformatión) ella kavernøst (poknut) angiom í heilanum
I. Ávísir góðkynjaðir vøkstrir í heila ella mønu
J. Disseminerað sklerosa
K. Motorisk nervakyknusjúka (MND)
L. Vøddasvinn
M. HIV-ígerð, sum er fylgja eftir blóðgávu ella arbeiðstreytaðari smittu
N. AIDS (eyðkvæmi)
O. Nýrasviknan
P. Flutningur av størri yrkisgøgnum
Q. Parkinsons sjúka - Paralysis agitans
R. Missur av sjónini
S. Missur av hoyrnini
T. Alzheimers sjúku
U. Creutzfeldt-Jacobs sjúku
V. Meningitis – bert galdandi fyri børn hjá tryggjaða
W. Fylgjur eftir bruna í heila ella heilaserki
X. Týðandi brunaskaðar (ambustio)
Y. Varandi hjartasviknan í sambandi við ísetan av ICD/CRT-eind ella haldføra mekaniska
hjartapumpu, t. d. Heartmate
Z. Hjartasjúka, ið krevur skurðviðgerð – bert galdandi fyri børn hjá tryggjaða
Æ. Histiocytosir og fibromatosir – bert galdandi fyri børn hjá tryggjaða
Ø. Fylgjur av Borreliaígerð ella Tick Borne Encephalitis (TBE)
EI. Cerebral parese – Bert galdandi fyri børn hjá tryggjaða
EY. Ávísar ringar epilepsisjúkur – Bert galdandi fyri børn hjá tryggjaða
OY. Idiopatisk pulmonal arterial hypertension (IPAH1)
Yvirlitið er galdandi frá 01.09.2026
Fyrningarfreistin er tvey kalendaraár eftir at sjúkan er staðfest, t.d. um tú fært staðfest eina av omanfyri nevndu sjúkum tann 1.oktober 2024, skal Starvsfelagið ella LÍV hava móttikið umsókn um trygging innan 1. januar 2027.
Meira fæst at vita um hesa trygging á heimasíðuni hjá LÍV.