Happing
10 góð ráð um happing á arbeiðsplássinum:
Happing rakar sjálvt tey bestu arbeiðsplássini, um umstøðurnar loyva tí. Tað er munandi lættari og bíligari at fyribyrgja enn at grøða avleiðingarnar av happing. Tí er umráðandi, at øll eru á varðhaldi, so happing sleppur ikki at festa røtur í arbeiðsumhvørvið, har øll skulu trívast. Hópin av tilfar finst um fyribyrging av happing á arbeiðsplássinum, eitt nú á donsku heimasíðuni Voksenmobning Nej Tak!
Á síðuni finnast millum annað 10 góð ráð til tín, sum upplivir happing - antin sjálv/ur, sum avvarðandi ella sum vitni til happing á arbeiðsplássinum. Vit hava loyvt okkum at umseta ráðini leysliga.
10 góð ráð til tín, sum verður happað/ur:
· Trúgv tí, sum tú upplivir og skriva tað niður
· Ger nakað við tað nú!
· Deil upplivingarnar við onnur
· Leita tær vitan um happing og avleiðingarnar
· Set teg í samband við Arbeiðseftirlitið
· Hav ein hjásita við til samrøður
· Fá stuðul frá leiðsluni
· Met um starvið er stríðið vert
· Set teg í samband við fakfelag ella lækna
· Set teg í samband við Voksenmobning Nej Tak!
10 góð ráð til avvarðandi:
· Ver varug/ur við broytingar í atferðini hjá tínum avvarðandi
· Spyr viðkomandi um atferðarbroytingarnar
· Lurta og bjóða tín stuðul og nærleika
· Leita tær vitan um happing og avleiðingarnar
· Virð, at viðkomandi hevur tørv á friði og at vera eina
· Tak stig til tiltøk, sum gleðir viðkomandi
· Eggja viðkomandi til at gera nakað við støðuna
· Royn at styrkja sjálvsvirðingina hjá viðkomandi
· Ansa eftir tær!
· Set teg í samband við Voksenmobning Nej Tak!
10 góð ráð til starvsfelagar, sum eru vitni til happing:
· Ver varug við broytingar í atferðini hjá starvsfelagnum
· Fortel tað fyri tínum starvsfeløgum, tá tú sært happing
· Fortel tað fyri leiðsluni eisini
· Fortel tað fyri álitisfólki og trygdarumboði
· Leita tær vitan um happing og avleiðingarnar
· Ver netral mótvegis happara og happaða
· Skipa tiltøk, so tann happaði verður ikki avbyrgd/ur
· Stuðla undir at finna eina loysn
· Ansa eftir tær!
· Set teg í samband við Voksenmobning Nej Tak!