Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Starvsfólkamál

Hvussu leingi kann arbeiðsgevari goyma persónsupplýsingar?

Arbeiðsgevarin kann bert goyma upplýsingar um eitt starvsfólk, so leingi hetta er neyðugt fyri at røkka endamálinum við viðgerðini. Tá upplýsingarnar ikki longur eru neyðugar, skulu tær strikast. Hóast starvsfólk fer úr starvinum, kann vera álagt arbeiðsgevara at goyma einstakar persónsupplýsingar t.d. vísandi til roknskaparlógina. Harumframt er neyðugt hjá flestu arbeiðsgevarum at goyma upplýsingar um, hvør hevur verið í arbeiði og nær at nýta t.d. til søgulig ella fyrisitingarlig viðurskifti. Hetta kann verða gjørt uttan samtykki frá starvsfólkinum.

Nakrir arbeiðsgevarar goyma kontaktupplýsingar um fyrrverandi starvsfólk at brúka til innbjóðingar til jólaborðhald og tílík tiltøk. Um starvsfólkið ikki er áhugað í tílíkum tiltøkum, hevur arbeiðsgevarin ikki sakligar grundir til at goyma hesar upplýsingar og eigur at strika viðkomandi av listanum.

Kunnu ávaringar ella líknandi upplýsingar verða goymdar í persónsmáli?

Um starvsfólk fær ávaringar, átalur ella tílíkt, skulu hesar goymast í persónsmálinum. Tað velst um víðari gongdina í málinum, hvussu leingi hesar upplýsingar skulu goymast.

Um starvsfólkið ikki fær nýggjar ávaringar, skal ávaringin sum útgangsstøði strikast aftaná lutfalsliga stutta tíð ella tá ongin saklig orsøk er til at goyma hana meira. Ávaringin skal strikast í seinasta lagi, tá arbeiðsgevarin og starvsfólkið eru vorðin samd um, at tey viðurskifti, sum lógu til grund fyri ávaringini, eru komin í rættlag. Avtalað eigur tí at verða frammanundan, nær ávaringin skal strikast ella hvussu málið skal verða viðgjørt.

Um nýggjar ávaringar harafturímóti koma, kann hetta hava við sær, at áður givnar ávaringar kunnu goymast longur. Um træta ella rættarmál stendst millum arbeiðsgevaran og starvsfólkið, kunnu ávaringar og aðrar upplýsingar, sum hava týdning fyri málið, goymast, til trætan er endaliga avgreidd ella møguligar fyrningarfreistir eru úti. Hetta merkir, at upplýsingarnar kunnu goymast, eisini eftir at viðkomandi er farin úr starvinum.

Hevur starvsfólkið rætt til at fáa innlit í persónsmálið?

Starvsfólkið hevur, við fáum undantøkum, rætt til at fáa innlit í persónsmálið við teimum persónsupplýsingum, sum arbeiðsgevarin hevur goymt um viðkomandi.

Starvsfólkið fær vanliga innlit við at venda sær persónliga til næsta leiðara ella starvsfólkadeildina. Um hetta ikki ber til, eigur viðkomandi at venda sær skrivliga til arbeiðsgevaran við áheitan um innlit. Vísast kann m.a. til rættin til innlit sambært persónsupplýsingarlógini § 19. Um arbeiðsgevarin framhaldandi noktar innlit, kann viðkomandi venda sær til Dátueftirlitið og vísa til áður nevndu skrivligu áheitan. Dátueftirlitið kann í tílíkum føri hjálpa mótvegis arbeiðsgevaranum og somuleiðis meta um, um arbeiðsgevarin hevur rætt til at nokta innlit í ávíst mál.
Tú hevur ikki sambært persónsupplýsingarlógini rætt til innlit í persónsmálið hjá øðrum starvsfólkum.

Kann starvsfólkið krevja at upplýsingar, sum eru skrásettar um viðkomandi verða rættaðar ella strikaðar?

Tað kunnu vera upplýsingar í starvsfólkamálinum, sum starvsfólkið heldur áttu ikki at verið har. Starvsfólkið kann somuleiðis halda, at arbeiðsgevarin goymir aðrar óneyðugar upplýsingar. Starvsfólkið hevur í tílíkum førum rætt til at fáa at vita, hví upplýsingarnar eru goymdar.

Um tú ikki ert samdur við arbeiðsgevaran og heldur, at upplýsingarnar áttu at verið strikaðar, kanst tú krevja, at tær verða strikaðar. Um arbeiðsgevarin noktar, má hann geva eina sakliga grundgeving fyri hesum. Um tú heldur, at arbeiðsgevarin hevur ikki rætt til at nokta fyri strikingini, kanst tú venda tær til Dátueftirlitið um hjálp.

Kunnu øll fáa innlit í, hvat arbeiðsgevarin hevur skrásett um starvsfólkið?

Arbeiðsgevarans starvsfólkaupplýsingar skulu viðgerast í trúnaði. Bert persónar, sum hava brúk fyri upplýsingunum í sambandi við arbeiðið, hava atgongd til hesar. Arbeiðsgevarin eigur tí at hava eina slíka skipan, at óviðkomandi ikki hava møguleika at fáa innlit í starvsfólkaupplýsingar. Skrivstovan skal t.d. ikki lata eina teldu standa soleiðis, at starvsfólkaupplýsingar eru atkomiligar fyri øll. Sama kravið er galdandi um trúnað, tá persónsupplýsingar verða útskrivaðar. Arkivskáp við starvsfólkaupplýsingum skulu ikki standa ólæst ella vera atkomilig fyri óviðkomandi.

Kann arbeiðsgevarin hótta við negativum fylgjum, um starvsfólkið ikki gevur samtykki til ymisk viðurskifti?

Besta trygdin fyri persónsvernd er samtykki frá hvørjum einstøkum, ið soleiðis fær høvi til at gera av, hvørjar persónsupplýsingar kunnu verða viðgjørdar, til hvat og hvussu.

At geva eitt samtykki hevur tó eina serliga støðu, tá hugsað verður um arbeiðslívið, tí at starvsfólkið ella umsøkjarin ofta kann føla seg kroystan til at geva sítt samtykki, tí annars fært tú ikki arbeiðið, sum tú kundi hugsað tær ella tú kanska fært ikki hægri starv ella ikki tær uppgávurnar, sum tú heldur teg hava krav upp á at fáa.

Um tað at siga nei førir við sær negativar avleiðingar, lýkur samtykkið ikki kravið um "sjálvboðið" sambært persónsupplýsingarlógini. Tað er sostatt ikki loyvt at seta starvsfólkið í eina tílíka støðu, har viðkomandi følir seg kroystan til at geva sítt samtykki.