Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Goldin matarsteðgur

Meginreglan í almenna sáttmálaøkinum hjá Starvsfelagnum er, at matarsteðgurin er íroknaður vanligu arbeiðstíðina.

Sáttmálarnir áseta, at

  • starvsfólk, sum arbeiða 2/3 tíð ella meira, hava rætt til matarsteðg ein hálvan tíma um dagin

  • starvsfólk, sum arbeiða 1/2-2/3 tíð, hava rætt til 15 min. matarsteðg um dagin

Sáttmálarnir áseta, at matarsteðgurin verður lagdur í samráð við starvsfólkið, soleiðis at endamálið við matarsteðginum verður rokkið.

Er matarsteðgurin partur av arbeiðstíðini, skal starvsfólkið í ávísan mun vera til taks hjá arbeiðsgevaranum í steðginum. Tað er tó týdningarmikið, at starvsfólkið fær ta hvíld og tær matnáðir, sum eru endamálið við steðginum. Starvsfólkið hevur sum útgangsstøði arbeiðsfrí, og tí er avmarkað, hvussu nógv starvsfólkið kann verða órógvað av arbeiðsuppgávum.

Verða starvsfólk illa órógva av arbeiðsuppgávum í matarsteðginum, kann steðgurin verða roknaður sum vanlig effektiv arbeiðstíð. Tað kann gera, at tey fáa eitt krav um, at steðgurin verður roknaður sum meirarbeiði ella yvirtíð.

Sí Den Danske Arbejdsret, Hasselbalch, s. 1533 ff, m.a. avgerðirnar AR 966, FV 11/10 2005 og FV 9/1 1992 og TN 24/10 2001 812.2001) um yvirtíð.

Kaffisteðgur

Rætturin til aðrir steðgir, so sum kaffisteðgir, er ikki ásettur í sáttmálanum. Á nógvum arbeiðsplássum er tó vanligt, at fólk hava kaffisteðg uttan at verða trekt í løn. Slíkar skipanir kunnu hava vart so leingi og verið so fastar, at talan er um bindandi arbeiðsrættarliga kutýmur/siðvenju, sum ikki uttan víðari kunnu broytast.