Kann arbeiðsgevarin broyta starvið hjá tær, sum hann vil? Kann hann broyta innihaldið í starvinum, lønina og arbeiðstíðina? Kann hann flyta arbeiðsplássið eitt heilt annað stað og krevja, at tú bara flytir við?
Arbeiðsgevarin hevur heimild at leiða og skipa arbeiðið. Tað er leiðslurætturin. Hesin rættur er tó ikki óavmarkaður, tí arbeiðsgevarin má taka atlit til sáttmálan og starvsfólkarættin, tá ið hann ger broytingar á arbeiðsplássinum.
Tveir vinklar: álitisfólkini og tey ítøkiligu starvsfólkamálini
Mál um broytingar á arbeiðsplássinum hava tveir vinklar, sæð frá einum starvsfólkarættarligum sjónarmiði.
Fyri tað fyrsta skulu starvsfólki takast við uppá ráð, tá ið broytingar henda á arbeiðsplássinum. Tað verður gjørt gjøgnum álitisfólkaskipanina á staðnum. Hetta er sáttmálaásetti rætturin til meðvirkni og hoyring.
Hin síðan er starvsfólkamálið. Broytingar á arbeiðsplássinum kunnu hava so stóra ávirkan á einstøku starvfólkini, at tey ikki hava skyldu at tola broytingarnar uttan víðari. Hetta er tað, vit rópa munandi starvsbroytingar, og sum altíð mugu fráboðast við uppsagnarfreistini hjá starvsfólkinum.
Tað eru hesi viðurskifti, sum verða nærri umrødd í hesum partinum.
Varandi broytingar
Hesin parturin snýr seg um broytingar, sum arbeiðsgevarin tekur stig til, og um broytingar, sum eru varandi. Her er sostatt ikki talan um broytingar, sum starvsfólkið sjálvt tekur stig til, ella broytingar, sum bert vara eina stutta tíð.
Tað er altíð ein ítøkilig meting
Hvørt talan er um munandi broytingar, er ein ítøkilig meting, sum má gerast í hvørjum einstøkum máli. Ávís vegleiðing finst í dómsvenju, men støðurnar kunnu vera ógvuliga ymiskar. Áðrenn tú tekur nakra týðandi avgerð í máli um starvsbroytingar, verður tú biðin um at ráðføra teg við Starvsfelagið um tína støðu.
Seinast dagført: 12. okt. 2022