Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Starvsmannafelagið eitur nú Starvsfelagið

Starvsmannafelagið eitur nú Starvsfelagið 22. Februar 2021

NAVNASKIFTI: Á 60 ára degnum hjá Starvsmannafelagnum, varð navnabroyting kunngjørd. Nýggja navnið er meira rúmandi og endurspeglar í størri mun samansetingina í felagnum. Felagið eitur nú Starvsfelagið.

Starvsfelagið hevur 60 ár á baki, og nógv er hent og broytt síðan 1961. Felagið hevur vunnið nógv rættindi limunum at frama, og felagið er, sum heild, ein sterkur partur av arbeiðsmarknaðinum.

Felagið er samhaldsfast, sterkt og rúmandi, og hetta skal síggjast aftur í samleikanum.

Við at strika 5 stavir í navninum, gerst karakterurin í navninum ein heilt annar. Navnið gerst meira rúmandi, meira nútímans og eisini fær navnið nýtt, hóskandi innihald. Nú “manna” er strikað er navnið meira umboðandi breiðu limasamansetingina. Somuleiðis sendir hetta út eitt signal um, at øll eru vælkomin í felagið.

Nýggi týdningurin í navninum er starvsfelagin. Ein starvsfelagi er ein, tú lyftir saman við. Ein tú ert í parti við. Ein tú brúkar tíð saman við. Ein tú deilir áhugmál saman við. Ein sum talar tína søk og stendur við tína lið. Hetta eru allir jaligir eginleikar, sum hóska væl sum heiti hjá felagnum.

Nýtt búmerki

Í sambandi við navnabroytingina, er nýtt búmerki sniðgivið. Nýggja búmerkið er ment við tí fyri eyga, at tað skal kennast nýtt og tó kent. Tí er sniðið ment, so tú hómar, at hetta er liður í eini menning frá tí gamla til tað nýggja.

Búmerkið er bygt upp av tveimum liðum: Einum ketuliði (logo) og einum skrivaðum navni (logotypa).

Ketan ímyndar styrki, samanhald og týdningin hjá einstaka liðnum í heildini.

Í sniðnum til ketuliðið hóma við skapið á “S”inum, sum vit minnast frá í gamla búmerkinum. Hetta er fyri at geva eina kenslu av, at hóast sniðið er nýtt, er felagið enn hitt sama.

Eisini hóma vit eitt fingramerki. Eitt fingramerki er berandi fyri tín samleika. Tað er unikt. Og tá tú setir títt fingramerki á – tá hevur tú sum felag røkt tína skyldu. 


Starvsfelagið er í summarferiu

  18-07-2021

Eingin semja um starvsfólk á flogvøllinum

  25-06-2021

Stríðið steðgar ikki her

  21-06-2021

Álop á okkara vunnu rættindi

  19-06-2021

Yvirlýsing í sambandi við politiska álopið á verkfalsrættin

  17-06-2021

Heilsan frá fyrrverandi formanni

  15-06-2021

Álop á fakfelagsrørsluna

  15-06-2021

Stuðulsyvirlýsing

  13-06-2021

Starvsfelagið átalar Samherja

  27-05-2021

Betri verju av starvsfólkum í útsettum størvum

  25-05-2021

Løntakaraverndin, sum føroyingar ikki mugu fáa

  11-05-2021

Vísið barnaverndini virðing!

  06-05-2021

Frítíð við løn eftir lóg og sáttmála

  29-04-2021

Gevið S&K sættu frívikuna!

  23-04-2021

Familjufyrisitingin: Yvirtikin og stóra lønarlækking

  14-04-2021

Fíggjarmálaráðið villleiðir

  26-03-2021

Fíggjarmálaráðið leggur upp til stríð um yvirtøkur

  25-03-2021

Førleikamenning innan fyrisiting

  10-03-2021

Aðalfundur verður leygardagin

  03-03-2021

Starvsblaðið - ársrit fyri 2020-2021 komið út

  02-03-2021

Samlagstryggingargrunnur skift navn og formann

  26-02-2021

Tøkk fyri vitjanir og heilsanir

  25-02-2021

Starvsfelagið feiraði stovningardagin

  23-02-2021

Starvsmannafelagið eitur nú Starvsfelagið

  22-02-2021

Fakfeløg mótmæla

  12-02-2021

Eykaaðalfundur í Starvsmannafelagnum

  28-01-2021

Samskiftisfólk til Starvsfelagið

  28-01-2021

LÍV brúkar nú Samleikan

  18-12-2020

Samhugaverkfallið avlýst

  08-12-2020

Sáttmáli gjørdur fyri starvsfólk á Føroya Tele

  08-12-2020

Starvsfelagið fer í samhugaverkfall

  07-12-2020

Starvsmannafelagið hevur avhendað sáttmálakrøv

  06-12-2020