Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

11 tíma reglan og frísamdøgur

Við reglum um hvílutíð og frísamdøgur setur arbeiðsumhvørvislógin mark fyri, hvussu nógv (eyka)arbeiði arbeiðsgevarin kann áleggja starvsfólki

Arbeiðsumhvørvislógin krevur, at arbeiðið er skipað og lagt til rættis soleiðis, at tað við atliti at trygd og heilsu er fult forsvarligt. Arbeiðsgevarin eigur tí undir øllum umstøðum at gera eina meting av, um arbeiðstíðirnar eru forsvarligar viðvíkjandi trygd og heilsu hjá starvsfólkunum. Arbeiða starvsfólk í skiftandi vaktum ella náttarvaktum, eiga serlig atlit at verða tikin fyri hesum.

Hvíld og frí frá arbeiði hava stóran týdning fyri bæði arbeiðstakaran og arbeiðsgevaran. Fær arbeiðstakarin ikki ta hvíld, honum tørvar, kann hetta hava neiligar heilsuligar ávirkanir á arbeiðstakaran. Trot á hvíld kann eisini hava við sær, at fleiri mistøk verða gjørd í arbeiðinum, at minni kemur burtur úr arbeiðinum, eins og trygdin á arbeiðsplássinum kann gerast verri av hesum.

Arbeiðsumhvørvislógin hevur tískil ásetingar um hvílutíð (11 tíma reglan) og frísamdøgur, sum tú kanst lesa meira um í hesum partinum. Nærri upplýsingar fáast eisini á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum og í vegleiðingi um hvílutíð og frísamdøgur.

Sí § 34 og kap. 8 í arbeiðsumhvørvislógini