Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Yvirtíð

Sambært sáttmálunum á almenna arbeiðsmarknaðinum er álagt arbeiði, sum fer út um dagliga, planlagda arbeiðið hjá fulltíðarsettum at rokna sum yvirarbeiði.

Arbeiðsvikan hjá flestu limunum í sáttmaálaøkjunum hjá Starvsfelagnum er 39 tímar um vikuna. Hjá starvsfólkum í sjúkraflutningstænastuni er hon 40 tímar, á SEV 36,5 og 40 tímar og hjá dagrøktarunum í mesta lagi 48 tímar um vikuna.

Kollektivu sáttmálarnir hava tó vanliga sum treyt, at starvsfólkini undir sáttmálunum í ávísan mun hava skyldu at átaka sær álagt arbeiði, sum fer út um vanligu arbeiðstíðina.

Yvirtíð kemur fyri, tá ið einum starvsfólki verður álagt

  • at arbeiða longur enn meðaldagnormin hjá fulltíðarsettum

  • at koma til arbeiðis leygardag og/ella sunnudag, eftir at hava arbeitt vikunormin hjá fulltíðarsettum, ella

  • fær boð um at arbeiða ein av teimum føstu frídøgunum.

Yvirtíð gevur serliga samsýning og verður antin avspákað ella goldin út. Les meira um hetta í partinum lønin.

Neyðugt og avmarkað

Arbeiðsgevarin skal hava eina rakstrarliga orsøk til at áleggja starvsfólki yvirarbeiði. Tað skal vera neyðugt og má bert verða nýtt í serligum førum. Í sáttmálunum fyri almennu partafeløgini Posta og Føroya Tele er beinleiðis ásett, at úrtíðararbeiði eigur helst ikki at vera, og er hetta eisini ein almenn meginregla fyri yvirarbeiði yvirhøvur.

Tann sannroynd, at sáttmálarnir hava reglur um yvirtíð, leggur upp til, at hetta er ein møguleiki hjá arbeiðsplássunum. Men yvirtíðin skal altíð vera avmarkað. Hon skal vera undantakið. Ikki reglan.

Les um hvussu yvirtíð verður samsýnt her.