Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Bygnaðarbroytingar

Starvsfólkaluttøka í sambandi við avgerandi broytingar á arbeiðsplássinum.

Inngangur
Gott samstarv millum leiðslu og starvsfólk er ein fyritreyt fyri góðum arbeiðsumhvørvi, og at tað ber til at røkka settum málum.Tað er tí avstórum týdningi, at leiðslan viðurkennir týdningin av at kunna starvsfólk um broytingar, ið kunnu ávirka arbeiðsviðurskifti teirra.

Endamál
Endamálið við eini tílíkari kunning er at skapa tryggleika á arbeiðsplássinum og, til gagns fyri arbeiðsplássið alt, geva starvsfólki møguleika at verða tikin við í ráðum, tá ið broytingar verða gjørdar.

Broytingar
Broytingar kunnu t.d. koma í sambandi við:
· fyriskipanarligar broytingar á stovninum
· likamligar broytingar á stovninum
· broytingar av samskipanar- ella leiðsluuppgávum
· broytingar í innanhýsis arbeiðsgongdum
· økt ábyrgd av teimum uppgávum, sum higartil hava hoyrt til arbeiðið

Talan er um avgerandi broytingar, tá ið innihaldið í arbeiðinum broytist ella ávirkast grundleggjandi.

--

Dømi um mannagongd
Niðanfyri er dømi um mannagongd, ið kann verða nýtt sum fyrimynd.
Mannagongdin kann tó vera ymisk alt eftir, hvørjar broytingar talan er um.

Kunning
Tá ið avgerð er tikin um at fremja avgerandi broytingar í umsitingini ella í arbeiðsgongdunum, skal leiðslan kunna starvsfólkini um hetta og endamálið við tí. Tó skal tíð vera til at umrøða málið, so sjónarmið og uppskot hjá starvsfólkunum kunnu verða tikin við í avgerðargrundarlagið, áðrenn avgerðin endaliga verður staðfest. Kunnað verður á hóskandi hátt, t.d. á starvsfólkafundi, við kunningarskrivi ella í samrøðu við einstaka starvsfólkið. Samstundis eigur at verða greitt frá, nær farið verður undir sjálva broytingina, um nakað kann sigast um tað. Í fyrsta lagi verða umboð fyri starvsfólkini kunnað, og tá ið ætlaninar eru nóg búnar, verða øll starvsfólkini kunnað.

Seta í verk
Umboð fyri starvsfólkini eiga at fáa høvi at luttaka í broytingararbeiðinum, í tann mun broytingin loyvir tí. T. e. vera við til at fremja broytingarnar, og verða tikin við upp á ráð, t.d. hoyrast og hava møguleika at gera tilmæli - eisini ávegis - undir skipaðum kørmum, sum eru avtalaðir frammanundan. Allir partar eiga at vísa positivan samstarvsvilja. Men eru ósemjur, sum ikki ber til at koma ásamt um, hevur leiðslan rætt til einvegis at gera av,um broytingar skulu fremjast, eins og tað er leiðslan, ið ábyrgist fyri avgerðirnar.