Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Gerst limur í Starvsfelagnum

Soleiðis gert tú

Starvsfelagið fer í summarfrí

Les meira

Semja gjørd við KAF

Les meira her

Sáttmáli er undirskrivaður við FMR

Les meira
Tíðindi
Sáttmálasamráðingarnar við FAG og KAF byrjaðar aftur

Sáttmálasamráðingarnar við FAG og KAF byrjaðar aftur

Samráðingarnar um nýggjar sáttmálar eru nú tiknar upp aftur bæði við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Partarnir hava handað hvør øðrum krøvini og avtalað nýggjar fundir. Fíggjarmálaráðið: Hósdagin í síðstu viku hittust samráðing...
8. September 2026
Skrivstovan stongd 31. august og 1. september

Skrivstovan stongd 31. august og 1. september

Vegna fundarvirksemi er skrivstovan hjá Starvsfelagnum stongd mánadagin 31. august og týsdagin 1. september. Skrivstovan er opin aftur sum vanligt mikudagin 2. september. Átroðkandi boð kunnu sendast til starvsfelag@starvsfelag.fo
28. August 2026
Starvsfelagið í summarfrí

Starvsfelagið í summarfrí

Skrivstovan hjá Starvsfelagnum verður stongd í tríggjar vikur í summar, meðan starvsfólkini í umsitingini halda summarfrí. Vit lata aftur fríggjadagin 10. juli kl. 15 og lata upp aftur mánadagin 3. august kl. 9. Í summarfrítíðini svarar telefonin...
10. Juli 2026
Starvsfelagið tekur undir við teimum 17 heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum

Starvsfelagið tekur undir við teimum 17 heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum

Limahandbókin
Tá starvið byrjar
Í starvi
Úr starvi

Skulu øll størv lýsast leys? Hvat skal standa í starvslýsingini, og hvar skal lýsingin standa? Hvør skal hava starvið, tá ið fleiri hava søkt? Hvør hevur krav um at fáa setanarprógv, og hvørji rættindi hava tey, sum fáa avslag, tá tey hava søkt eitt starv?

Í hesum partinum kanst tú lesa um, hvørjar reglur eru galdandi, tá ið landið, kommunurnar og kommunalir felagsskapir seta fólk í starv.

Ert tú í iva um, hvørt starvssetanin er í lagi ella ikki, verður tú biðin um at ráðføra teg við Starvsfelagið.

Seinast dagført: 5. sep. 2022

At lýsa eftir starvsfólki
At seta starvsfólk
Setanarskrivið

Hvussu er rættarstøðan, tá ið starvsfólk verða sjúk, fara heim í barsil ella ynskja at sleppa í farloyvi? Kann arbeiðsgevarin broyta arbeiðsuppgávurnar og flyta arbeiðsplássið, sum honum lystir? Er lønin røtt? Hvussu frítt kann arbeiðsgevarin leggja arbeiðstíðina, og nær gevur tað yvirtíð? Hvønn rætt hava starvsfólk at fara í feriu? 

Hesin parturin snýr seg um rættindi og skyldur, tá ið tú ert í starvi. Talan kann vera um nógv og ymisk viðurskifti undir setanini, og ætlanin er, at tað, sum frálíður, skulu koma fleiri evnir afturat so hvørt.

Ert tú í iva um tíni viðurskifti og rættindi, verður tú biðin um at ráðføra teg við felagið um støðuna.

Seinast dagført: 6. okt. 2022

Sjúkrafrávera
Arbeiðsskaði og vinnusjúka
Barsilsfarloyvi
Veðurforfall
Arbeiðstíðin
Lønin
Frítíðin
Tá ið starvið broytist

Nær kann arbeiðsgevarin siga starvsfólki úr starvi? Hvønn rætt hevur tú til uppsagnartíð, og kanst tú arbeiða í uppsagnartíðini? 

Í hesum partinum kanst tú lesa um rættindi, skyldur og viðurskiftini annars, sum galda, tá ið tú gevst á einum arbeiðsplássi. Tað kann vera, tí at arbeiðsplássið ætlar at siga teg úr starvi, ella tí at tú sjálv/-ur ætlar at siga upp.

Reglurnar um burturvísing verða eisini umrøddar. Eins og møguleikin fyri at gera eina fráfaringaravtalu, sum kann koma í staðin fyri eina uppsøgn ella eina burturvísing.

Seinast dagført: 17. okt. 2022

Uppsøgn
Burturvísing
Fráfaringaravtalur