Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Limaskapur

Hvussu gerist eg limur?

Arbeiðsgevarin skal hava boð, at tú ynskir at gerast limur. Hetta kann m.a. ásetast í setanarskrivinum, sum tú fært, tá tú byrjar í starvi, og sum verður sent felagnum. Stendur einki í setanarskrivinum um limaskap, kanst tú geva arbeiðsgevara/lønardeild boð á annan hátt. Limagjaldið verður flutt sjálvvirkandi av lønini og tá ert tú limur.

Hvør kann gerast limur í Starvsfelagnum?

Arbeiðir tú innan eitt øki, sum er umfatað av sáttmálanum hjá Starvsfelagnum, eitt nú í almennu ella kommunalu umsitingini, á Posta, hjá Føroya Tele, Sjúkraflutningstænastuni, Vaktar- og Bjargingartænastuni ella Strandferðsluni, er Starvsfelagið títt felag.

Starvsheitið og krøvini til førleikar at røkja starvið eru eisini avgerandi fyri limaskapi. Hetta er vanliga skrivað í starvslýsingina, har tað stendur hvat fakfelag og sáttmála starvið er sett eftir.

Ert tú í iva, um tú kanst gerast limur í Starvsfelagnum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við felagið.

Hví skal eg vera limur í Starvsfelagnum?

Grundtankin í fakfelagsrørsluni er, at í felagsskapi røkka vit málum, sum vit ikki høvdu rokkið sum einstaklingar.
Við at standa saman í solidariskum anda, kunnu vit gera okkara til, at arbeiðslívið verður gott og trygt, at vit fáa sámuliga løn og frítíð, ávirkan og vernd.

Limir fáa eisini avsláttur frá nógvum handlum og fyritøkum, les meira her.

Hvat hendir, um eg ikki vil gerast limur?

Limirnir eiga sáttmálan, og tú hevur í prinsippinum ikki rætt til sømdirnar, sum sáttmálin ásetur. Heldur ikki ert tú umfatað av tryggingini, sum felagið hevur vunnið limum sínum, eitt nú lívstrygging og trygging í sambandi við hættisliga sjúku.
Sum heild verður tað illa sæð, at starvsfólk ikki eru limir í fakfelag. Hesi dúva upp á úrslit, sum onnur hava stríðst fyri, og seta seg á hendan hátt uttan fyri felagsskapin.

Hvat kostar tað at vera limur?

Limagjaldid er 1,5 prosent av grundlønini.

Hvat fer limagjaldið til?

Limagjaldið fer til raksturin av felagnum. Hetta fevnir eitt nú um samráðingar fyri limirnar og at vera limunum til hjálpar í øllum arbeiðsviðurskiftum. Eisini fer ein partur til at menna álitisfólkini og at tryggja limunum løn undir verkfalli.

Hvat geri eg, um eg skifti starv?

Set teg ALTÍÐ í samband við felagið, tá tú skiftir starv. Her fært tú røttu kunningina um limaskap, limagjald, eftirløn og so víðari.