Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Arbeiðsumhvørvispolitikkur

Arbeiðsumhvørvið, ið fevnir um kringumstøðurnar á arbeiðsplássinum- bæði likamligu og sálarligu - skal vera so trygt og heilsugott, sum til ber.

Endamál
Endamálið er at skapa trygd, trivnað og menning á arbeiðsplássinum og stimbra áhugan fyri arbeiðsuppgávunum, m.a. fyri at leiðsla og starvsfólk á betri og munadyggari hátt verða før fyri at røkja tær uppgávur, sum áliggja teimum.

Fyrireikingar
Arbeiðsviðurskiftini skulu ráðleggjast, skipast og útinnast á ein slíkan hátt, at eingin heilsuvandi er, hvørki likamliga ella sálarliga. Tá ið arbeiðshættir og amboð ella vandamikil evni verða nýtt, skal hetta altíð gerast við atliti at fyribyrging av vanlukkum og øðrum heilsuskaðum av arbeiðinum.

Likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvið
Eitt gott likamligt og sálarligt arbeiðsumhvørvi hevur m.a. hesi eyðkenni:
· Inniluft, rúm-, ljós-, ljóð-, hita- reinførisviðurskifti eru í lagi
· Javnvág millum krøv leiðslunnar, starvsfólk og tilfeingi
· Møguleikar at mennast í arbeiðinum
· Møguleikar fyri skiftandi arbeiðsuppgávum
· Ávirkan á egnu arbeiðsuppgávur
· Møguleiki, í tann mun tað ber til, at velja, hvussu uppgávur verða loystar
· Sínámillum virðing
· Samstarv við leiðslu og starvsfelagar byggir á frítt, uppbyggjandi,javnbjóðis samskifti við lítargóðari sínámillum kunning

Trygdararbeiði
Leiðslan, men eisini einstaka starvsfólkið, hevur ábyrgd av, at arbeiðsumhvørvið er gott. Trygdararbeiðið skal verða skipað í tøttum tilknýti til virksemið á arbeiðsplássinum og í samstarvi millum leiðslu og starvsfólk. Leiðslan á staðnum hevur høvuðsábyrgd av arbeiðsviðurskiftunum og av, at tær lógir, kunngerðir, reglugerðir, leiðbeiningar og avtalur, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi, verða fylgdar. Starvsfólk hava skyldu til at halda trygdarligu ásetingarnar, umframt at virka við til at skapa trygg og heilsugóð arbeiðsviðurskifti. Starvsfólk skulu fáa ta kunning og leiðbeining, sum skal til fyri at kunna útinna arbeiðið á tryggan og heilsugóðan hátt.