Rita inn

Set teg í samband við okkum um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Sáttmáli um Fasta Gerðarætt

§ 1 Fasti gerðarrættur
(1) Settur verður á stovn fasti gerðarrættur.
(2) Fasti gerðarrættur skal loysa trætur, ósemjur og ivamál á arbeiðsmarknaðinum sambært hesi skipan og felags avtalum og sáttmálum millum partanna á arbeiðsmarkaðinum.
(3) Fasti gerðarrættur skal eisini savna, menna, og kunna um føroyskan arbeiðsmarknaðarrætt.

§ 2 Sæti, skrivstova og gjøld
(1) Fasti gerðarrættur hevur sæti í Tórshavn, men kann seta fund aðrastaðni í landinum.
(2) Skrivstovan hjá fasta gerðarrætti verður skipað eftir avtalu millum fasta gerðarrrætt og avvarðandi landsmyndugleikar.
(3) Fasti gerðarrættur áleggur gjøld samsvarandi reglugerð.

§ 3 Nevndin
(1) Nevnd verður vald fyri fasta gerðarrætt.
(2) Nevndarlimirnir sita í trý ár í senn. Sáttmálapartarnir velja nevndina á sama hátt sum gerðarrættarlimirnar. Hinir limirnir velja í felag formannin. Verandi umboð í nevndini, sum smíðaði sáttmálan, halda tó fram sum fyrstu valdu limir.
(3) Nevndin kann taka støðu, um feløg og stovnar ikki semjast um val eftir § 3, ella § 4. Nevndin kann eisini bólka feløg og stovnar av nýggjum (sí skjal 1).
(4) Nevndin hevur í minsta lagi fýra árligar fundir, sum skrivstovan kallar inn til.

§ 4 Gerðarrættarlimir
(1) Í fasta gerðarrætti eru átta gerðarrættarlimir. Sáttmálapartarnir velja limirnar. Gerðarrættarlimir virka óheftir av bæði myndugleikum og teimum feløgum, ið valt teir hava.
(2) Nevndin fyri fasta gerðarrætt velur gerðarrrættarformannin og næstformannin, teir skulu vera lógkønir og hava viðkomandi royndir. Hvør nevndarlimur hevur sýtingarrætt við formansval.
(3) Teir í skjali 1 nevndu bólkar velja hvør sín arbeiðsmarknaðarkøna gerðarrættarlim.
(4) Gerðarrættarlimirnir verða valdir fyri trý álmanakkaár í senn. Hvørt ár verða tveir av gerðarrættarlimunum valdir av nýggjum. Gerðarrættarformaðurin kastar lut um, hvørjir fyrstir fara frá.
(5) Doyr gerðarrættarlimur ella tekur seg úr fasta gerðarrætti, verður annar limur valdur tað, ið eftir er av skeiðinum.
(6) Gerðarrættarlimir kunnu veljast aftur.
(7) Gerðarrættarlimum verður samsýnt sambært nærri áseting eftir samráðing millum nevndina og avvarðandi landsstýrismann.

§ 5 Úttiknir gerðarrættarlimir
(1) Úttiknir verða í hvørjum máli formaður í málinum og tveir aðrir gerðarrættarlimir, annar valdur av arbeiðstakarafeløgum og hin av arbeiðsgevarafeløgum.
(2) Gerðarrættarformaðurin kann tó, um partarnir semjast um tað, taka út fimm gerðarrættarlimir.
(3) Gerðarrættarformaðurin:
a. ger av, hvør skal vera formaður í einstøkum máli;
b. tekur út gerðarrættarlimir til hvørt mál eftir tørni, men ansar tó eftir, at ongin teirra er greitt ógegnigur;
c. ger av, at í serliga prinsipiellum ella týðandi málum skulu allir gerðarrættarlimirnir døma; ongin teirra kann tá metast ógegnigur. Í slíkum málum hevur gerðarrættarformaðurin ástøðuatkvøðu.

§ 6 Málsførleiki
(1) Fasti gerðarrættur hevur altíð førleika at gera av, um mál hoyra undir fasta gerðarrætt.
(2) Fasti gerðarrættur kann altíð taka støðu til hesi mál:
a. um høvuðsavtala er samtykt;
b. um felags sáttmáli er samtyktur;
c. um marknamál millum sáttmálaøki.
d. um brot er framt á høvuðsavtalu ella sáttmála;
e. um fráboðað ella tikin stríðstig eru heimilað;
(3) Fasti gerðarrættur kann, um sáttmáli ella annað loyvir tí, taka støðu til:
a. um siðvenja er galdandi innan ávíst øki;
b. hvussu samtykt høvuðsavtala skal tulkast;
c. hvussu sáttmáli skal tulkast;
d. hvussu siðvenja skal tulkast.
(4) Fasti gerðarrættur kann ikki taka upp mál, ið hoyra undir (3), um partarnir hava sínámillum sáttmála um annan gerðarrætt. Men partarnir kunnu hóast slíkan sáttmála kortini semjast um at leggja ítøkiliga málið fyri fasta gerðarrætt.
(5) Fasti gerðarrættur kann heldur ikki taka upp mál, sum ikki av røttum eru mál um felags avtalur ella sáttmálar.

§ 7 Málspartar
(1) Sáttmálapartur er partur í máli vegna limir sínar.
(2) Fíggjarmálaráðið er partur í máli vegna stovnar, sum í málinum eru bundnir av avtalum ella sáttmálum hjá landinum.
(3) Kommunala arbeiðsgevarafelagið er partur vegna limir sínar.

§ 8 Málsgongd
(1) Kærandi partur letur fasta gerðarrætti kærurit.
(2) Skrivstovan letur beinanvegin innkærda eintak av kæruritinum og setir freist fyri svarriti. Skrivstovan kann kunngera kæruritið eftir reglum í rættargangslógini.
(3) Innkærdi hevur skyldu at møta; møtir hann ikki, kann formaður í málinum einsamallur siga fráveruúrskurð.
(4) Formaður í málinum skal áseta fyrireikandi fund í málinum. Formaðurin kann tá:
a. gera av, at partarnir í senn skulu lata inn eitt rit afturat eftir ávísing formansins;
b. kanna um málið kann avgerast í semju ella eftir tilmæli frá formanninum;
c. gera av, at partarnir skulu royna mediatión;
d. gera av, at meting, faklig úttalilsi, fráboðan til onnur áhugað, ella onnur neyðug stig skulu takast;
e. fáa greiðu á og taka støðu til próvførslu og aðra fyrireiking av málinum;
f. áseta nýggjan fyrireikandi fund;
g. gera av, nær úrskurðarfundur skal vera í málinum;
h. annars fyrireika málið eftir lóg, sáttmála og venju.
(5) Í málum um óheimilað stríðsstig skal fyrireikandi fundurin vera innan 24 tímar eftir kærurit er innlatið, og úrskurðarfundur verða hildin og úrskurður sagdur innan 72 tímar. Rætturin kann í átroðkandi málum gera fyribilsúrskurð.
(6) Fasti gerðarrættur kann gera ávegisúrskurð í máli.
(7) Málið í allari viðgerð hjá fasta gerðarrætti er føroyskt.
(8) Málspartur kann krevja, at vitnisfrágreiðingar skulu endurgevast nágreiðiliga.
(9) Fyri málsgongdina annars galda meginreglur í rættargangslógini um borgaralig mál.

§ 9 Umboðan og úrskurðarfundur
(1) Partarnir kunnu lata fulltrúa umboða seg í allari málsgongdini.
(2) Fasti gerðarrættur ger av í hvørjum máli sær, hvussu úrskurðarfundur skal skipast, eisini hvørt hann skal vera almennur ella fyri læstum durum.
(3) Formaðurin í málinum ger av allar spurningar um rættargang undir úrskurðarviðgerðini.

§ 10 Gerðarrættarúrskurður
(1) Formaðurin í málinum skipar fyri samráðing limanna millum eftir úrskurðarfundin og setir fram uppskot um úrslit og grundgevingar, eisini kann hann biðja skrivstovuna gera tilmæli. Hinir gerðarrættarlimirnir seta síðani fram hugsanir sínar og samráðst verður, atkvøtt verður at enda um úrslitið.
(2) Tá ið samráðingarnar eru lidnar, skrivar formaðurin í málinum úrskurð, og hvør gerðarrættarlimur kann tá leggja sína egnu áskoðan afturat. Eisini skulu málskrøv og grundgevingar hjá málspørtunum gjølliga endurgevast í úrskurðinum.
(3) Úrskurður og tilmæli verða kunngjørd pørtunum beinleiðis, og skal úrskurðurin greina málið til fulnar, umstøður eins væl og viðkomandi rættargrundarlag.
(4) Úrskurður verður somuleiðis alment atkomiligur og skipaður í úrskurðarsavn. Eftir áheitan kann formaðurin í málinum stytta burtur viðkvæmar partar úr tí almannakunngjørda úrskurðinum.

§ 11 Endaligur úrskurður
(1) Úrskurður hjá fasta gerðarrætti er endaligur og kann ikki skjótast inn fyri hægri rætt.
(2) Í serligum føri kunnu formenninir tó í semju, eftir áheitan frá parti, innan fyri fýra vikur frá úrskurði, taka málið upp av nýggjum sum týðandi mál, har allir gerðarrættarlimirnir eru við.
(3) Mál kann ikki leggjast fyri dómstól, kærunevnd ella nakran annan stovn ella myndugleika, um tað av røttum hoyrir undir fasta gerðarrætt.
(4) Spurningur, hvørt fasti gerðarrættur av røttum antin hevur viðgjørt mál ella víst tí frá sær, kann innan 4 vikur frá úrskurði leggjast fyri Føroya Rætt.

§ 12 Útinnan
(1) Úrskurðir hjá fasta gerðarrætti kunnu útinnast eftir reglunum í rættargangslógini um tvingsilsfulnað. Semja gjørd í fasta gerðarrætti kann somuleiðis útinnast eins og semja gjørd í dómstóli.

§ 13 Nærri reglur
(1) Nevndin kann í samráði við gerðarrættarlimirnar og avvarðandi myndugleikar gera nærri reglur fyri virksemi og skipan hjá fasta gerðarrætti.§ 14 Samtykki og endurskoðan
(1) Hesin sáttmáli kemur í gildi 1. apríl 2006, fyri teir partar, nevndar í skjali 1, ið tá hava skrivað undir.
(2) Sáttmálapartarnir skriva undir hvør sítt eintak av sáttmálanum.
(3) Sáttmálin kann sigast upp, um í minsta lagi fimm sáttmálapartar siga hann upp við seks mánaða varsli til 1. januar.
(4) Sáttmálin kann ikki sigast upp fyrr enn til 1. januar 2008. Sáttmálapartarnir kunnu tó altíð samtykkja annan sáttmála at koma í staðin fyri henda.
(5) Nevndin skal áhaldandi eftirmeta skipanina og skipa fyri fundum, har sáttmálapartarnir verða kunnaðir. Nevndin kann skjóta upp endurskoðaðan sáttmála.

Løntakarafeløgini fyri verkafólk og tílíkar fakbólkar
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Landsfelag Handverkaranna
Føroya Handverkarafelag
S & K

Manningarfeløgini
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Maskinmeistarafelagið
Motorpassarafelag Føroya

Løntakarafeløgini fyri starvsfólk og tílíkar fakbólkar
Starvsmannafelagið
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
Føroya Byggifrøðingafelag
Magistarafelagið
Føroya Verkfrøðingafelag
Fakfelag Sjómansskúlalærara í Føroyum
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara
Føroya Tekniska Lærarafelag
Felagið Maskinmeistaralærarar
Føroya Lærarafelag
Føroya Musikklærarafelag
Føroya Pedagogfelag
Føroya Postfelag
Ljósmøðrafelag Føroya
Føroya Psykiatrifelag
Almanna- og Heilsurøktarafelag Føroya
Føroyskir Fysioterapeutar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Heilsuhjálparafelag Føroya
Dansk Farmaceutforening
Farmakonomforeningen
Ergoterapeutfelagið
Bioanalytikarafelagið
Økonomafelag Føroya
Starvsfólkafelagið í Føroya Banka
Starvsfólkafelag Føroysku Sparikassanna
Yrkisfelagið Trygdin
Føroya Blaðmannafelag
Føroya Prentarafelag
Lærarafelag Handilsskúlans,
Felagið Maskinmeistaralærara,
Foreningen af yngre læger/Hjálparlæknaráð Føroya,
Føroya Lærarafelag,
Arkitektafelag Føroya

Arbeiðsgevarafeløgini
Blaðútgevarafelag Føroya
Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Havnar Arbeiðsgevarafelag
Føroya Handverksmeistarafelag
Føroya Prentsmiðjueigarafelag

Reiðarafeløgini
Føroya Reiðarafelag
Reiðarafelagið fyri Farmaskip

Almennu arbeiðsgevararnir
Kommunala arbeiðsgevarafelagið
Fíggjarmálaráðið