Ísland er fyrimyndin í fakfelagslimaskapi
6. Juli 2023
Danski granskarin í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, Laust Høgedahl frá Aalborg universitet, var við á NTR ráðstevnuni í Reykjavík, sum Starvsfelagið var við til í farnu viku. Kanningar hjá Laust Høgedahl vísa, at gongdin við limaskapi í fakfeløgum hevur verið fallandi kring øll Norðanlond uttan Ísland í nógv ár. Serliga eru tað tey ungu, sum velja limaskap í fakfelagi frá.
Laust Høgedahl vísti á, at Norðanlondini hava eitt serstakt modell á arbeiðsmarknaðinum við frælsum samráðingum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta merkir, at flestu avtalur um arbeiðsmarknaðin verða gjørdar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og at tað millum annað ikki er neyðugt við einari lógarfestari minstuløn.
Hóast Ísland hevur tað norðurlendska modellið, líkist skipanin frá í summar mátar. Í Íslandi fylgja nógv rættindi við fakfelagsslimaskapi, sum onnur uttanfyri fakfeløg ikki fáa lut í; betri løn undir sjúku, góðar stuðuls- og afturberingarskipanir, frítíðarskipanir og onnur rættindi. Tí hevur gongdin í fakfelagslimaskapi verið betri í Íslandi í mun til onnur Norðanlond.
Ein av fyrimununum við norðurlendska modellinum er, at tað er ein smidlig skipan, sum kann tillagast eftir tørvi sambært avtalum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, til dømis í fíggjarligum broytingartíðum. Hetta vísti seg millum annað, tá ið korona farsóttin gjørdi um seg og tá ið kríggið í Ukraina brast á. Í londum sum Fraklandi fara stórar mótmælisrørslur í gongd, tá fólk gerast ónøgd. Men í Norðanlondum gera partarnir á arbeiðsmarknaðinum í nógv størri mun trípartaavtalur sum felags loysnir á trupulleikunum í samfelagnum.
Tíverri vísa kanningarnar hjá Laust Høgedahl, at grundarlagið undir norðurlendska modellinum og norðurlendska vælferðarsamfelagnum er hótt, tí limatalið í fakfeløgum er fallandi. Tað er ein trupulleiki, tá fólk ikki longur eru limir í fakfeløgum og kollektivar avtalur ikki kunnu gerast. Tá fer miðallønin at minka sum heild og fólk missa rættindini, sum tey hava á arbeiðsmarknaðinum í dag. Grundarlagið undir einum sterkum samfelag er, at løntakarir eru skipaðir í fakfeløgum.
Laust Høgedahl leggur dent á, at fakfeløg mugu duga betur at hugsa um rekruttering av nýggjum limum, samstundis sum at tað er týdningarmikið at varðveita verandi limir. Tá tað serliga eru ung, sum velja fakfeløg frá, meinar Laust eisini, at fakfeløgini eiga at vera betur til at draga tey ungu inn og lurta eftir, hvat tey ungu ynskja sær frá sínum fakfelag. Hetta kann vera torført at seta í verk við siðbundnu strukturunum í fakfeløgum, sum eru nógv merkt av hierarkii. Tí leggur Laust fyri, at tað er týdningarmikið at geva ungum eitt pláss, har tey frítt og erligt kunnu siga sína hugsan, uttan at verða noydd til at binda seg til at sita í eini nevnd í eitt ávíst áramál.
Skulu fakfeløgini og tað norðurlendska modellið hava lív lagað í framtíðini, mugu vit duga at hugsa nýtt og loyva yngru kreftunum framat.