Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Lóg um trætumál

Uppskot til løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrætt

§ 1 Fasti gerðarrættur er stovnur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum skipa sambært sáttmála. Landsstýrismaðurin fær heimild at stuðla fasta gerðarrætti og fíggja virksemi hansara.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann skipa stovn at virka sum skrivstova hjá fasta gerðarrætti ella gera avtalu við verandi stovn um hetta.
Stk. 3. Landskassin ber tær útreiðslur til skrivstovu, samsýning og aðrar fastar útreiðslur av fasta gerðarrætti, ið gjøldini hjá fasta gerðarrætti ikki røkka til.

§ 2 Úrskurðir hjá fasta gerðarrætti kunnu útinnast sum úrskurðir hjá dómstólunum.
Stk. 2. Dómstólarnir skulu eftir áheitan skipa fyri vitniavhoyringum og aðrari próvførslu, ið neyðug er fyri virki hjá fasta gerðarrætti. Lov om voldgift verður annars nýtt samsvarandi.

§ 3 Lógin kemur í gildi dagin eftir kunngerð.

Viðmerkingar:
Lógin heimilar landsstýrismanninum at vera við í skipanini at loysa trætumál á arbeiðsmarknaðinum við at stovna fastan gerðarrætt, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir hava evnað til. Sum skjøl eru hjáløgd sáttmálin um trætumál á arbeiðsmarknaðinum eins og viðmerkingar til sáttmálan.

Til § 1, stk. 1
Ásetingin heimilar landsstýrismanninum at gera tær avtalur við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum ásettar eru í sáttmálanum um trætumál á arbeiðsmarknaðinum.

Til § 1, stk. 2
Ásetingin heimilar, at landstýrismaðurin skipar skrivstovuna hjá fasta gerðarrættinum, antin sum nýggjan stovn, ella við at onkur verandi almennur stovnur gerst skrivstova hjá fasta gerðarrættinum. Hesin stovnur kann td. hugsast at vera kærustovnurin. Møguliga krevst, at fleiri landsstýrismenn samvirka at skipa samstarvið við fasta gerðarrætt.
Ásetingin krevur ikki, at almennur stovnur verður skrivstova hjá fasta gerðarrætti. Týðandi er, at at kunnleiki og førleiki vera mentir og savnaðir á sama stað. Hetta kann gerast við at stovna nýggja skrivstovu, við at lata privatan stovn vera skrivstovu, ella við at lata nýggja stovnin húsast í skrivstovusamstarvi við aðrar stovnar, alt eftir, hvat nevndin og politiski myndugleikin semjast um.

Til § 1, stk. 3
Fasti gerðarrætturin verður fíggjaðar við gjøldum, ið partarnir í einstøku málunum skulu gjalda. Torført er tó at meta um, hvussu nógv kemur inn í gjøldum, tí skipanin er enn ikki roynd. Friðarligari støðan er á arbeiðsmarknaðinum, minni verður eisini at gera. Skal fasti gerðarrættur virka nøktandi, mugu altíð vera játtaðir miðlar til samsýningar, skrivstovu og aðrar fyrireikingar.

Til § 2, stk. 1
Ásetingin skal tryggja, at ongin ivi er um, at úrskurðir hjá fasta gerðarrætti kunnu útinnast.

Til § 2, stk. 2
Ásetingin skal tryggja, at fasti gerðarrættur um neyðugt fær vanligu dómstólarnar til hjálpar, um neyðugt er við vitnifrágreiðingum, ið vitni vil sleppa sær undan ella ikki fult út viðvirkar til. Avhoyringin verður tá framd í rættinum eins og ‘subsidiær afhøring’ og skrivlig frágreiðing latin fasta gerðarrætti. Tann avhoyrdi hevur rætt at hava rættarmálsfulltrúa við sær á rættarfundin. Avhoyringin fer annars fram samsvarandi ásetingum í rættargangslógini.

Ásetingin hevur sína fyrimynd í § 5, stk. 2 í lov nr. 86/1928 for Færøerne om mægling i arbejdsstridigheder, § 5 í lov nr. 181/1971 om voldgift sum sett í gildi við kongaligari fyriskipan nr. 460/1975, umframt í gomlu donsku skipanini í lov nr. 57/1900 om vidneførsel for arbejds-voldgiftsretter, ið sett var í gildi at tryggja at Permanente Voldgiftsret fekk neyðuga stuðulin frá rættarskipanini.

Víst verður eisini til, at lóg om voldgift er galdandi fyri virksemið hjá fasta gerðarrætti. Talan er um lóg nr. 181 frá 24. mai 1972 om voldgift sum sett í gildi við kongligari fyriskipan nr. 460 frá 9. september 1975. Henda lóg hevur ásetingar, ið tryggja, at gerðarrættir altíð verða mannaðir, fáa neyðuga hjálp frá dómstólunum, at gerðarrættur líkur neyðug krøv um rættartrygd, og at dómstólarnir virða førleika og úrskurðir hjá gerðarrættum. Fasti gerðarrættur kemur ikki undir regluna í § 11 í nevndu lóg, sum undantekur danska arbeiðsrættin frá lógini. Hetta er tí serstøk lóggáva er viðvíkjandi danska arbeiðsrættinum, meðan fasti gerðarrættur er skipaður sum gerðarrættur sambært sáttmála.