Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Eftirløn og trygging

Hvør er munurin á eftirløn og pensjón?

Eftirløn er tað, sum tú sparir upp til tín sjálvs í eini eftirlønarskipan, í okkara føri hjá Lív. Hvørja ferð tú fært løn, leggur arbeiðsgevarin 15 prosent omaná, sum hann flytir í eftirlønarskipanina.

Pensjón er hinvegin ikki tengt at limaskapi í pensjónsgrunni. Allir borgarar hava rætt til fólkapensjón, tá teir røkka teimum 67 árunum. Harumframt fáa allir pensjónistar gjald úr Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, sum allir løntakarar og arbeiðsgevarar rinda eitt prosent av lønini til.

Hvat er ein samlagstrygging?

Felagið hevur keypt eina felags samlagstrygging, sum nærum allir limir eru fevndir av. Samlagstryggingin gevur endurgjald í sambandi við deyða og hættisliga sjúku. Av teimum prosentunum, sum arbeiðsgevarin leggur afturat lønini til eftirløn, fer 1,5% prosent í samlagstryggingina, sum Lív umsitur. Nærri vegleiðing um samlagstryggingina her.