Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Verkfall

Hvat er verkfalsrakt arbeiði?

Starvsfelagið hevur seinastu tíðina fingið nógvar fyrispurningar um verkfalsrakt arbeiði. Tí hava vit skrivað eina frágreiðing til limir okkara um verkfalsrakt arbeiði og fyrilit, sum skulu takast í einum verkfalli.

Í høvuðsheitum kann sigast, at um tú átekur tær aðrar uppgávur enn vant, kann vera talan um verkfalsrakt arbeiði.

Tá fakfeløg, fakbólkar ella arbeiðsgevarar lýsa verkfall ella verkbann, fráboða onnur fakfeløg vanliga, at tey nokta limum sínum at átaka sær verkfalsrakt arbeiði. Hetta er tí, at onnur starvsfólk skulu vera uttanveltað í trætum.

Spurningurin er so, hvat kann roknast sum verkfalsrakt arbeiði.

Grundreglan er, at starvsfólk, sum ikki eru umfatað av verkfalli, skulu røkja somu uppgávur, sum tey vanliga røkja. Hetta merkir ítøkiliga, at hesi starvsfólk:

  • gera tað sama arbeiðið undir verkfallinum, sum tey gjørdu undan verkfallinum
  • møta upp til tær tíðir, sum galdandi vaktarskema ásetir
  • átaka sær ongar nýggjar uppgávur
  • átaka sær hvørki fleiri vaktir, umlagdar vaktir, meirarbeiði ella yvirtíðararbeiði.

Um tú upplivir, at starvsfólk, sum ikki eru umfatað av verkfalli, átaka sær verkfalsrakt arbeiði, skalt tú seta teg í samband við álitisfólk títt ella Starvsfelagið, sum meta um støðuna og um málið skal takast upp.