Rita inn

Set teg í samband við okkum um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Starvsfólkasamrøður + skjøl

Tey seinastu árini er tað vorðið alt vanligari at hava regluligar og skipaðar starvs-fólkasamrøður. Hesar samrøður verða nýttar bæði á almenna og privata arbeiðs-marknaðinum og eru vorðnar ein týðandi liður í starvsfólkapolitikkinum.

Endamál
Endamálið er at tryggjað, at einstaka starvsfólkið mennist, og at øll arbeiðsmegin á staðnum verður styrkt.

Hvat er ein starvsfólkasamrøða?
Starvsfólkasamrøða er ein samrøða millum starvsfólk og næsta leiðara. Munurin á starvsfólkasamrøðum og vanligum samrøðum millum starvsfólk og leiðara er:
- at samrøðurnar verða hildnar regluliga, helst eina ferð um árið t.d. ávísan ársfjórðing
- at avtalað er í góðari tíð, nær samrøðan skal verða
- at samrøðurnar eru skipaðar, ofta verða talvur nýttar at tosa út frá
- at samrøðurnar eru til øll starvsfólk (íroknað leiðarar)

Í stuttum kann sigast, at tað, sum eykennir starvsfólkasamrøðurnar, er, at starvsfólk verða tikin við í ráðum um avgerðir, ið verða tiknar teirra vegna.

Leiðsluamboð-starvsfólkaamboð
Sigast kann, at starvsfólkasamrøðan er eitt leiðsluamboð og ein møguleiki hjá tí einstaka starvsfólkinum at ávirka sína egnu arbeiðsstøðu.

Møguleiki verður at skifta orð um:
- verandi arbeiðsuppgávur, viðskifti og úrslit
- komandi arbeiðsuppgávur
- fortreytir hjá starvsfólkinum at loysa fyri framman
- samstarv
- persónliga menning, íroknað eftirútbúgving

Ein føst skipan tryggjar, at sama mannagongd verður fylgd, og at øll starvsfólk fáa sama møguleika.

Starvsfólkasamrøðan eigur at enda við niðurstøðu og møguligari avtalu millum leiðaran og starvsfólkið um t.d. :
- broytingar í arbeiðshátti
- broytingar í arbeiðsuppgávum
- skeiðluttøku, eftirútbúgving
- umbýti o.t

Starvsfólkasamrøðan er ein týðandi fyritreyt fyri at kunna leggja til rættis ein góðan og tíðarhóskandi útbúgvingarpolitikk og er týðandi amboð fyri at kunna leggja til rættis eitt dygdargott samstarv.

Í trúnaði
Samrøðan er í trúnaði. Hon eigur at vera fyrireikað og skal vera grundað á sínámillum álit, at báðar partar siga sum er hvør við annan og hava virðing hvør fyri øðrum. Tilfarið, sum nýtt verður í sambandi við samrøðuna, verður goymt á tryggum stað og verður ikki skrásett. Tann parturin av samrøðuni, sum er um framtíðarskeið og onnur mennandi tiltøk,verður sjálvsagt ikki í trúnaði. Hesar upplýsingarnar verða latnar teirri deild ella tí starvsfólkinum, sum hevur um hendi útbúgvingarætlan o.t. Á henda hátt ber til atfremja mennandi tiltøk eftir tí tørvi, sum arbeiðsgevari/stovnur hevur. Tilfarið, sum hevur verið nýtt í sambandi við samrøðuna, verður fyribeint, tá starvsfólkið fer úr starvi.

Íverksetan
Til tess at seta hetta í verk verður mælt til, at serlig skeið verða hildin fyri leiðarar,áðrenn farið verður undir samrøðurnar. Harumframt eiga kjakfundir og kunnandifundir at verða hildnir fyri øllum starvsfólkunum fyri at skapa eina fjøltáttaða fatan og undirtøku fyri, at samrøðurnar verða nýttar.

Skal skipanin virka, er neyðugt at hon er:
- einføld
- góðkend av leiðsluni og starvsfólkunum
- lagað at umstøðunum á arbeiðsplássinum

Sum nevnt, kann samrøðan taka støði í evnum, ið nevnd eru frammanfyri.Umráðandi er, at samrøðan er lagað at arbeiðsplássinum og mentanini á staðnum. Tá ið arbeiðsplássið hevur tikið støðu til, hvørjum samrøðan skal taka støði í, erneygðugt at gera eina leiðbeining, sum lýsir mannagongdinar.

--

Starvsfólkasamrøður

Vegleiðing
- dømi um hvussu samrøðan kann verða skipað

Vegleiðing til nýtslu av hjáløgdum skjølum

Fyrireikingarskjal leiðari
Hetta skjal nýtir leiðarin at skriva á undan samrøðuni. Skjalið kann verða latið starvsfólkinum undan samrøðuni og kann verða nýtt at tosa út frá.

Fyrireikingarskjal starvsfólk
Hetta skjal nýtir starvsfólkið at skriva á undan samrøðuni. Skjalið kann verða latið leiðaranum undan samrøðuni og kann verða nýtt at tosa út frá.

Samrøðuskjal
Hetta skjalið verður nýtt at tosa út frá undir samrøðuni. Skjalið skal tryggja, at samrøðan ikki gerst óskipað, tó er ikki neyðugt at fylgja spurningunum fast. Í fyrstateigi er einki skrivað, og ætlanin við hesum er, at starvsfólk og leiðari kunnu tosa um tey mál, sum t.d. eru nádd. Samrøðan kann eisini enda við at seta mál t.d. fyrikomandi ár.

Niðurstøðuskjal
Her verður samandráttur av samrøðuni skrivaður, og eisini verða avtalurnar skrivaðar á hetta skjal. Avrit verður latið starvsfólkinum.

Skjal at starvsfólkadeildini ella rætta viðkomandi
Her verða ynski sum skeið, útbúgving og onnur mennandi tiltøk skrivað. Út frá innkomnu ynskjunum ber til at seta saman skeiðs- og aðrar ætlanir. Hetta er einasta skjal, sum ikki er í trúnaði.