Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Dagrøktarar kunnu nú virka á eldraøkinum

Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) hava avtalað, at dagrøktarar kunnu virka á eldraøkinum í serstøðuni landið er í við korona. Hetta er ein líknandi avtala, sum KAF hevur gjørt við Pedagogfelagið og Føroya Arbeiðarafelag.

Vegna serstøku støðuna orsakað av COVID-19 hava Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið gjørt avtalu um, at tað skal verða møguligt hjá dagrøktarunum at arbeiða á eldraøkinum.

Í dagrøktunum eru sett tiltøk í verk at avmarka smittuvanda. Hetta ger, at grundarlag ikki er fyri at hava allar dagrøktarar til arbeiðis fyribils. Á eldraøkinum er støðan tann øvugta, tí har er tørvur á eyka manning.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið eru samd um, at kommunur og eldrasamstørvini kunnu avtala við einstakar dagrøktarar, sum hava mist arbeiðsuppgávurnar, at teir kunnu arbeiða á eldraøkinum. Soleiðis kunnu dagrøktarar verða settir í vaktir á eldraøkinum, samsvarandi teimum ætlanum, sum eldraøkið hevur.

Dagrøktararnir hava sersáttmála, men kunnu nú arbeiða á vanliga sáttmálaøkinum. Tey, sum fara í eldraøkið at arbeiða varðveita sína vanligu løn. Arbeiðstíðin og lønin fyri møguligt meirarbeiði/yvirtíð, samsýningin fyri ólagaligar arbeiðstíðir o.a. verður tó sambært vanliga sáttmálanum millum KAF og Starvsfelagið.

Tað stendur øllum í boði at bjóða seg fram. Atlit skulu takast fyri umstøðunum hjá einstaka starvsfólkinum, arbeiðstíð, familjuumstøðum, barnaansing, heilsustøðu. Starvsfelagið heldur, at tað skal vera sjálvboðið og at tað kann ikki hava negativar starvsligar fylgjur, um fólk av ymiskum orsøkum ikki bjóða seg fram.

Starvsfólk kunnu ikki vera settur til uppgávur, tey eru ótrygg við og tryggjar avtalan neyðuga upplæring.

Tørvur er á øllum góðum kreftum at halda samfelagnum í gongd. Hetta er ein møguleiki hjá dagrøktarunum at bjóða eg fram, og Starvsfelagið fegnast um at dagrøktarar kunnu vera við til at loysa átrokandi samfelagsuppgávur í hesi serligu tíð.

Heimasíðan hjá Pedagogfelagnum skrivar, at tørvurin á slíkari eyka hjálp í eldraøkinum er ymiskum kring landið, og mannagongdin hjá kommununum hesum viðvíkjandi eisini ymisk. Í summum kommunur seta leiðslurnar seg beinleiðis í samband starvsfólkini. Aðrastaði eru tilmeldingarlistar á netinum. Spyr teg fyri hjá tíni kommunu.

Avtalan fellur burtur av sær sjálvum 15. apríl 2020, men kann leingjast eftir nærri avtalu partanna millum.

Spyr teg fyri hjá Starvsfelagnum, um tú ert í iva.