Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Rúsevnapolitikkur

Ásannansdi, at rúsevnamisnýtsla ávirkar arbeiðsavrikið, skalrúsevnapolitikkurin tryggja, at almenn arbeiðspláss eru rúsevnafrí.

Leiðslan á staðnum hevur høvuðsábyrgdina av, at rúsevnapolitikkurin verður fylgdur.

Endamál
Endamálið við rúsevnapolitikkinum er at skapa eitt trygt og gott arbeiðspláss, at fyribyrgja trupulleikum av rúsevnum og at geva starvsfólkum* møguleika – so tíðliga sum gjørligt – at koma burturúr møguligari misnýtslu.

Alment
Rúsevnanýtsla skal ikki ávirka arbeiðsavrikið.Tað er ikki loyvt at fáa sær rúsevni í arbeiðstíðini. Heldur ikki er loyvtat selja ella bjóða starvsfólki rúsevni í arbeiðstíðini.
Somuleiðis er ikki loyvt at møta til arbeiðis ávirkað/ur av rúsevni.

Undantak
Leiðslan kann geva loyvi til, at skonkt verður við serlig høvi, t.d. í sambandi við móttøkur og onnur hátíðarhald. Við tílík høvi eigur hettaat verða gjørt við fyriliti, og eins góður møguleiki skal vera at fáa rúsfrían løg.

Ábyrgd
Rúsevnatrupulleikar eru ikki eitt privatmál. Tí eiga øll at taka ábyrgd og boða frá, um tey vita um rúsevnatrupulleikar hjá starvsfeløgum.

Rúsevnatrupulleikar
Starvsfólk við rúsevnatrupulleikum kann sjálvt venda sær til næsta fyrisetta ella starvsfólkaumboð at tosa um trupulleikarnar og møguleika fyri hjálp. Tílík samrøða er at meta sum trúnaðarmál og hevur ikki ávaring viðsær.

*Sum starvsfólk verða roknað øll, sum eru sett í starv, eisini stjórar og leiðarar.

Vegleiðandi mannagongd:

Niðanfyrinevnda vegleiðandi mannagongd kann nýtast, um so er, attrupulleikin ikki er so álvarsligur, at neyðugt er beinanvegin at siga starvsfólki upp ella vísa tí burtur.

Munnlig ávaring
Tá ið næsti fyrisetti varnast, at starvsfólk hevur rúsevnatrupulleikar, skal hann/hon skipa fyri eini samrøðu við viðkomandi um trupulleikarnar.

Endamálið við samrøðuni er at geva munnliga ávaring og tilboð umhjálp til viðgerð av trupulleikunum.

Er starvsfólk ávirkað í arbeiðstíðini, skal tann, sum varnast hetta, boða næsta fyrisetta frá. Hesin biður viðkomandi starvsfólk um at fara av arbeiðsplássinum og skipar næsta arbeiðsdag fyri samrøðu við viðkomandi um tilburðin. Tá verður munnlig ávaring givin.

Viðkomandi váttar at hava fingið ávaringina.

Skrivlig ávaring
Halda trupulleikarnir fram, eftir ávaring er givin, skal næsti fyrisettiskipa fyri nýggjari samrøðu og tá geva viðkomandi starvsfólki skrivliga ávaring.

Saman við hesi ávaring skal næsti fyrisetti eisini geva tilboð um hjálp tilviðgerð av trupulleikunum.

Allar ávaringar verða skrásettar í starvsskjølum starvsfólksins.Ein ávaring er galdandi í trý ár. Eftir hetta verður hon ógildað.

---

Viðgerð
Viðgerðin av rúsevnatrupulleikunum skal leggjast til rættis saman viðlækna/og ella serkønari hjálp.

Uppsøgn
Hevur viðkomandi ikki tikið ímóti tilboði um hjálp aftan á skrivliguávaringina, og/ella trupulleikarnir halda fram, er hetta at rokna sum uppsagnargrund.

Rúsevnatrupulleikarnir hava tá við sær, at talan verður um at siga starvsfólk úr starvi ella vísa burtur, og hetta skal fremjast sambært mannagongdum, freistum og fráboðanarskyldum í galdandi lógum,reglugerðum og sáttmálum og starvsfólkarættarligum reglum annars.