Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Við sjúku hjá børnum

Um so er, at barn hjá limi fær eina av niðanfyristandandi hættisligum sjúkum, verða 175.000 kr. útgoldnar beinanvegin sjúkan er staðfest.

Tryggingin fevnir um børn frá føðinardegnum til og við dagin fyri fylta 18. ári. Tó er tíðarskeiðið eitt annað fyri miss av sjón og hoyrn.

Hættisligar sjúkur hjá børnum umfata:
A. Illkynjaða krabbameinssjúku
D. Hjartaloku-skurðviðgerð
E. Lívshóttandi óregluligur pulsur, við ísetan av ICD eind (hjartakvikli)
G. Slag (heilabløðing/blóðtøppur í heilanum)
H. Bjølgar á lívæðrum í heilanum (innanskalla sakkulat aneurisma), æðraavskapan í heilanum (AV-mal-
formation) ella kavernøst (poknut) angiom í heilanum
I. Ávísir góðkynjaðir vøkstrir í heila ella mønu
J. Disseminerað sklerosa
M. HIV-ígerð av blóðgávu
N. AIDS
O. Nýrasviknan
P. Flutningur av størri yrkisgøgnum
R. Missur av sjónini
S. Missur av hoyrnini
V. Meningitis
W. Fylgir eftir bruna í heila- ella heilaserki
X. Týðandi brunaskaðar (ambustio)
Z. Hjartasjúka, ið krevur skurðviðgerð
Æ. Histiocytosir og fibromatosir
Ø. Fylgjur av Borreliaígerð ella Tick Borne Encephalitis (TBE)
EI. Cerebral parese
EY. Ávísar ringar epilepsisjúkur

Yvirlit galdandi frá 01.09.2026

Fyrningarfreistin er tvey kalendaraár eftir at sjúkan er staðfest, t.d. um tú fær staðfest eina av omanfyri nevndu sjúkum tann 1.oktober 2024, skal Starvsfelagið ella LÍV hava móttikið umsókn um trygging innan 1. januar 2027.

Verður tryggingarupphæddin útgoldin, gevur sama barn ikki rætt til fleiri útgjøld, um so er, at ein hættislig sjúka rakar av nýggjum.

Meiri fæst at vita um hesa trygging á heimasíðuni hjá LÍV.