Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Eftirlønargjaldið

Starvsfólk í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum fáa eftirløn sambært sáttmálunum, t.v.s. at tey fáa eitt eftirlønargjald afturat lønini, sum sum verður flutt til tryggingarfelagið LÍV.

Hetta merkir, at tá ið løngjalding er, skulu starvsfólkini hava 15% aftur at lønini til eftirlønarsamansparingina. Fyri starvsfólk á SEV er eftirlønargjaldið 15,5%.

Munurin millum tykkum, sum á hendan hátt fáa eftirløn eftir sáttmála og tey, sum einki sáttmálakrav hava, men gjalda eftirløn eftir eftirlønarlógini, er, at hjá teimum verður eftirlønin drigin av lønini. Hjá tykkum, ið eru undir kollektivum sáttmála, verður hon løgd omaná.

Eftirlønargjaldið hjá tykkum, sum starvast hjá tí almenna, verður roknað við støði í vanligu lønini, grundlønini, men ikki av serligum gjøldum ella yvirtíðargjøldum.

Øll, sum eru fevnd av sáttmálanum, hava rætt til eftirløn, sama hvat slag av starvssetan tey hava.

Starvsfólkið, ið sparir saman, eigur sjálvt sína eftirløn, sum er regulerað av sáttmálum, lóg og tryggingaravtalum. Byrjað verður at gjalda út úr úrskipanini, tá ið starvsfólkið røkkur fólkapensjónsaldri, og í seinasta lagi, tá ið starvsfólkið fær fólkapensjónina (tað er møguleikin fyri útsettari fólkapensjón).

Gevst tú at arbeiða, verður eftirlønin standandi í LÍV, til tú røkkur útgjaldsaldri. Skiftir tú arbeiði, heldur nýggja arbeiðsplássið fram at rinda inn til tína eftirlønarkontu í LÍV.

Eftirlønin skal flytast til LÍV

Sambært sáttmálanum skal eftirlønargjaldið flytast til eina eftirlønarskipan, sum sáttmálapartarnir kunnu góðkenna.

Sáttmálin við Fíggjarmálaráðið ásetur beinleiðis, at eftirlønin skal flytast til eina eftirlønarskipan í Tryggingarfelagnum LÍV.

Sáttmálin við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ásetur, at tað skal vera til eina eftirlønarskipan, sum sáttmálapartarnir kunnu góðkenna. Og LÍV er einasta eftirlønarskipan, sum báðir sáttmálapartar hava góðkent.

Tískil skal eftirlønin hjá øllum, ið starvast hjá landinum ella hjá kommununum/kommunalum felagsskapum flytast til Tryggingarfelagið LÍV.