Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Ótrygg foreldur mugu virðast

Starvsfelagið heitir við hesum á landsstýrið um ikki at trekkja foreldur í løn, sum kenna seg ótrygg við at senda børn síni á dagstovn ella í skúla og ikki hava annan ansingarmøguleika.

Fyri páskir boðaði løgmaður frá, at dagstovnarnir og yngstu skúlaflokkarnir fara at lata upp aftur frá mánadegi 20. apríl. Samstundis løgdu bæði løgmaður og Jenis á Rana, landsstýrismaður, dent á, at tað er upp til foreldrini sjálvi, um tey vilja senda børnini út aftur. Tað er sostatt sjálboðið.

Í hesum sambandi er tó komið fram, at foreldur eru í vanda fyri at verða drigin í løn, um tey verða boðsend á arbeiðsplássið, men ikki møta, tí at tey kenna seg ótrygg við at senda børnini á stovn ella í skúla og ikki hava annan ansingarmøguleika.

Tað eru landsins myndugleikar, ið hava sett heilsuligu tiltøkini í verk fyri at avmarka smittuvandan. Hetta hevur verið neyðugt, men samstundis er tað umráðandi, at landsins myndugleikar sýna hóvsemi og smidligheit, nú samfelagið so spakuliga verður latið uppaftur.

Verða foreldur óbeinleiðis hótt við lønartrekki, um tey ikki møta til arbeiðis, er fráboðanin frá okkara politikarum um, at tað er sjálvboðið, lítið verd.

Í fjølmiðlunum ljóðar, at heilsustarvsfólk eru ymisk á máli um, hvørt tað er rætt at lata dagstovnar og skúlar upp longu nú. Eitt nú hevur yvirlækni og serlækni í smittufrøði Shain Gaini boðað frá, at tað er ov tíðiliga. Samstundis frættist um kommunur, sum ikki ætla at fylgja tilmælinum um at lata stovnar upp mánadagin. Tí er ikki so løgið, um foreldur kenna seg ótrygg.

Nú latið verður upp aftur seta vit okkara álit á, at hetta verður væl skipað. Samstundis fara vit at heita á tykkum sum landsins arbeiðsgevari um at fara varliga fram, so foreldur ikki koma í eina óynskta støðu og kenna seg kroyst at senda børnini avstað.

Almenna tilmælið er framvegis, at almenn starvsfólk skulu arbeiða heimanífrá, í tann mun tey kunnu. Vit fara í hesum sambandi at heita á tykkum sum landsins arbeiðsgevara um ikki at krevja, at starvsfólk møta á arbeiðsplássinum og draga tey í løn, um tað er greitt, at tey kenna seg ótrygg við støðuna, og ikki hava aðrar ansingarmøguleikar.

Vantandi barnaansing er undir vanligum umstøðum ikki haldgóð grund fyri ikki at koma til arbeiðis. Verandi støða er tó alt annað enn vanlig. Vit eru í eini undantaksstøðu og fara at heita á landsins myndugleikar um at taka fyrilit fyri hesum, nú samfelagið so líðandi verður latið uppaftur.

Vinarliga
Súni Selfoss, formaður