Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

4: Betri barsilsskipan - Tíðarskeiðið

Ein góð barsilsskipan er ógvuliga virðismikil, bæði fyri familjulív, arbeiðsmarknaðin og samfelagið. Ein góð skipan er mennandi fyri familjulívið, gevur møguleika fyri at varðveita sambandið við arbeiðsmarknaðin og kann vera við til at eggja útisetum at koma heim aftur til Føroya og harvið tálma fráflytingini. Hóast batar eru hendir, so eigur útgjaldsskeiðið at verða longt. Eisini er tað óheppið, at skipanin hevur eitt útgjaldsloft, sum er ov lágt (í løtuni 25.000 kr.). Hetta kann eggja til, at fólk við hægri inntøkum halda seg frá at nýta skipanina.

Starvsmannafelagið heldur:

At tíðarskeiðið í barsilsskipanini, útgjaldsskeiðið, eigur at verða longt.

Flokkarnir halda:

Fólkaflokkurin:
Í dag hava øll rætt til 1 ár barnsburðarfarloyvi, men fáa ikki goldið fyri alla tíðina. Í hesum samgonguskeiðinum, er tíðin fyri útgjaldið longd, og okkara mál er, at fólk fáa farloyvi við løn í eitt ár.

Sambandsflokkurin:
Sambandsflokkurin tekur undir við, at tíðarskeiðið í Barsilsskipanini verður longt, men samtíðis er neyðugt, at skipanin er fíggjarliga haldfør.

Javnaðarflokkurin:
Javnaðarflokkurin vil menna barsilsskipanina í stigum, og málið er, at foreldur kunnu fáa útgjald úr barsilsgrunninum upp í eitt ár. Tað er týdningarmikið fyri Javnaðarflokkin, at bæði foreldrini fáa møguleikan at vera um síni børn tað fyrsta árið og barsilsskipanin skal eggja báðum foreldrum at taka farloyvi. Javnaðarflokkurin tekur undir við, at oyramerkja eitt ávíst tíðarskeið til pápan. Somuleiðis skulu foreldur ikki missa eftirlønargjald og starvsaldur við barnsburðarfarloyvi.

Nýtt Sjálvstýri:
Ja. Nýtt Sjálvstýri heldur, at tíðarskeiðið eigur at økjast til 52 vikur. Tað er umráðandi, at barnið fær tryggar umstøður saman við familjuni, ta fyrstu tíðina av lívinum.

Tjóðveldi:
Barsilsskipanin hevur verið hjartamál hjá Tjóðveldi, síðani hon kom – og málið er at hækka útgjaldsskeiðið. Flokkurin hevur havt afturvendandi uppskot um hetta, har eisini fíggingin er funnin.

Framsókn:
Eingin viðmerking.

Miðflokkurin:
Ja, mál Miðfloksins er eitt ár við fullum endurgjaldi í sambandi við føðing. At seta børn í heim er grundarlagið undir framtíð Føroya, tí eiga allir lættar, sum kunnu gevast, at verða givnir foreldrum í hesum sambandi. Ein útrætt hond til foreldrini er ein útrætt hond til barnið - og framtíðar Føroyar!