Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Tín rættur

Sum limur hevur tú rætt til:

  • Ávirkan á broytingar á arbeiðsplássinum
  • Hjálp frá álitisfólki
  • Setanarbræv
  • Uppsagnartíð
  • Sáttmálabundna løn
  • Skipaða arbeiðstíð
  • Avspákan ella útgoldna løn fyri yvirarbeiði
  • Sømdir í sambandi við luttøku á skeiði
  • Samsýning í sambandi við tænastuferðir og koyring í egnum bili
  • Frítíð og serstaka fríviku
  • Sømdir í sambandi við eftirútbúgving
  • Sømdir í sambandi við farloyvi
  • Sømdir í sambandi við barnsburð
  • Eftirsitiløn til familjuna
  • Trygging móti hættisligum sjúkum
  • Sømdir og frí í sambandi við sjúku
  • Matarsteðg
  • Skipaðar vaktir í sambandi við arbeiði í vaktum
  • Sømdir í sambandi við arbeiði í ólagaligum tíðarskeiðum
  • Eftirlønartrygging
  • Samlagstrygging

Aðrir fyrimunir:

Sum limur í Starvsfelagnum hevur tú, umframt vanligar fakfelagságóðar, eisini atgongd til onnur góð tilboð.
Tað, at vit eru nógv í einum felagsskapi, merkir, at vit í felag kunnu lyfta uppgávur, sum vanliga kennast tungar hjá tí einstaka.
Bæði í mun til vørur og tænastur, er tað ein fyrimunu, at vit eru eitt stórt og breitt felag.
Ein lítil hjáuppgáva hjá felagnum er eisini at gera avsláttaravtalur við handlar og fyritøkur, við tí í huga, at hvør vunnin króna er ein króna afturat í lønarposan!
  • Tú kanst leiga summarhús og feriur við avsláttri gjøgnum Dansk Folkeferie, sum vit hava seravtalu við.
  • Starvast tú hjá Posta, kanst tú leiga summarhús í Danmark við avsláttri gjøgnum HK Post.
  • Tú kanst leiga hølini hjá Starvsfelagnum til merkisdagar og annað fyri hálvan prís.
  • Tú kanst leiga frítíðarhús í Skálavík fyri lítlan penga.
  • Tú fært avsláttur frá ávísum handlum og fyritøkum, sum felagið hevur gjørt avtalu við.
  • Tú kanst vera fakliga og fakfelagslisliga virkin í einari av undirnevndunum, sum eru um at verða skipaðar fyri allar fakbólkar í felagnum.
  • Tú kanst luttaka í einum av teimum mongu limatiltøkunum, sum verða lýst gjøgnum álitisfólkini, í Starvsblaðnum og á heimasíðuni. Hetta kunnu vera cafékvøld, fyrilestrar og tílíkt.