Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Starvsmetingarnevndir

Starvsmetingarnevndirnar eru tvær í tali. Tær eru mannaðar við umboðum frá ávíkavist Fíggjarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsfelagið.

Uppgávan hjá nevndini er at útbyggja og eftirmeta lønarskipanina, viðgera øll flokkingarmál, og teir trupulleikar, ið koma upp, tá ið flutt verður yvir í nýggju skipanina.

Eru stovnar, sum í sáttmálaskeiðnum eru áhugaðir í at fara undir staðbundnar royndarskipanir við nýggju lønarskipanum, fara partarnir við vælvild at virka fyri tí.

Nevndin skal eisini virka fyri, at útbúgvingarskipanir verða gjørdar fyri ávísar starvsbólkar. Tað verður gjørt í samráð við stovnin.

Starvsmetingarnevndin fyri alment sett er mannað við tveimum umboðum fyri Fíggjarmálaráðið og tveimum umboðum fyri Starvsfelagið.

Jan Mortensen og Súsanna Nolsøe fyri Fíggjarmálaráðið
Súni Selfoss og Anna Johannesen fyri Starvsfelagið

Starvsmetingarnevndin fyri kommunalt sett er mannað við tveimum umboðum fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og tveimum umboðum fyri Starvsfelagið.

Anita Fuglø og Jónleyg Bech fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya
Súni Selfoss og Anna Johannesen fyri Starvsfelagið

Starvsmetingarnevndin heldur fund eftir tørvi.