Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

5: Pengar til førleikamenning

Sáttmálarnir hjá Starvsmannafelagnum við landið, kommunurnar og SEV hava ásetingar um strategiska førleikamenning. Endamálið er at menna starvsfólk til at taka við nýggjum avbjóðingum. Uttan førleikamenning kunnu starvsfólk t.d. enda sum ein stór útreiðsla fyri samfelagið í sambandi við uppsagnir, tí tey fáa truplari við at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin. Og uttan førleikamenning steðga arbeiðsplássini upp, sum ein bilur, ið ikki verður hildin við líka. Kanningar millum álitisfólkini hjá Starvsmannafelagnum benda á, at ásetingarnar um førleikamenning verða ikki hildnar, og ein av trupulleikunum er, at arbeiðsplássunum vantar játtan til skeiðvirksemi og onnur tiltøk, ið skulu mynda førleikamenningina.

Starvsmannafelagið heldur:

At markaður peningur eigur at verða játtaður, so at ásetingarnar í sáttmálunum um strategiska førleikamenning av starvsfólkunum kunnu verða framdar í verki.

Flokkarnir halda:

Fólkaflokkurin:
Spurningurin er ein partur av sáttmálasamráðingum og er eisini umráðandi fyri samfelagið. Almennir stovnar eiga at raðfesta hetta, men eigur tað at verða stovnsleiðslurnar, sum raðfesta.

Sambandsflokkurin:
Ein stovnsleiðsla eigur sjálv at meta um tørvin á førleikamenning og seta neyðuga peningin av í innanhýsis fíggjarætlanini. Tað er ikki neyðugt á sjálvari fíggjarlógini at eyðmerkja pening til førleikamenning.

Tað er ábyrgdin hjá leiðsluni at avgera, hvør førleikamenning verður framd á arbeiðsplássunum.

Sambandsflokkurin tekur ikki undir við, at Løgtingið stýrir almennum stovnum niður í smálutir, soleiðis at játtanir á fíggjarlógini verða oyramerktar til slíkar einstakar útreiðslur.

Her kann leggjast afturat, at ávísir almennir stovnar hava gjøgnum árini raðfest førleikamenning við góðum úrslitum, og hetta hevur verið fíggjað við effektivari starvsfólki, so hvørt tey eru førleikament.

Javnaðarflokkurin:
Strategi.
Javnaðarflokkur hevur ta fatan, at tað grundleggjandi er alneyðugt, at almenni geirin er í støðugari menning.
Hvør einstakur stovnur skal hava eina strategi og eftir hesi tryggja neyðuga førleikamenning hjá starvsfólkum.

Nýtt Sjálvstýri:
Hetta er nakað, ið eigur at verða tikið upp í sambandi við samráðingar á arbeiðsmarknaðinum, har eisini almenni myndugleikin eigur at verða hoyrdur.

Tjóðveldi:
Tað er avgerandi, at førleikamenning og lívslong læra er inngrógvin partur av arbeiðsmarknaðinum. At tað er partur av sáttmálum er týdningarmikið hjá fakfeløgunum at hava fingið undirtøku fyri. Og at peningur verður nýttur til hetta, er sjálvsagt, tá ið tað er sáttmalaásett. Tó heldur Tjóðveldi, at hetta eigur at verða mál, sum verður tryggjað ígjøgnum sáttmálasamráðingarnar – og so skal tað sjálvandi haldast. Tað vil siga, at tað ikki er Løgtingið, sum einsamalt ásetur hetta. Tá kann tað jú skjótt verða tikið burtur aftur, tá ið ein meiriluta kann skifta. At hetta er partur av sáttmálum, ið skulu haldast, er eisini neyðugt prinsipp, tí førleikamenning eigur eisini at vera rættur á privata arbeiðsmarknaðinum.

Framsókn:
Ein arbeiðsgevari má hava áhuga í at førleikamenna síni starvsfólk – tað er jú ein win-win støða. Skilja ikki, at hetta skal vera ein trupulleiki.

Miðflokkurin:
Miðflokkurin tekur fult undir við, at førleikamenning og lívslong læra verður raðfest hægri. Tó meta vit talan vera um mál, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga, og sum hesir longu áttu at havt fingið ígjøgnum í sambandi við vanligu sáttmálasamráðingar við arbeiðsgevararnar, her undir kommunur, land o.o. Er orsøkin til trupulleikan manglandi peningalig játtan, vil Miðflokkurin virka við til at loysa tann trupulleikan.