Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Sálarfrøðingur: Happing er eitrandi og skaðilig

Sálarfrøðingur: Happing er eitrandi og skaðilig

Tekstur: Jákup Bogi Joensen
Myndir: Jens Kristian Vang

Happing er herskin kostur og hevur skaðilig árin, ávarar námslektari í sernámsfrøði. Happing er sum oftast úrslit av teirri ráðandi mentanini í umhvørvinum, og tí hevur tað stóran týdning, at arbeiðspláss gera sær greitt, hvør mentan valdar á staðnum

Happing er skaðilig og ikki at spæla við. Happing kann hava álvarsligar avleiðingar og elva til likamligar, sálarligar og kensluligar løstir. Tí eigur happing á arbeiðsplássum at verða tikin í allarstørsta álvara. 

Tað sigur Katrin av Kák, sum er útbúgvin cand.pæd.psyk. frá Danmarks Pædagogiske Universitet, DPU, og cand.mag. í fronskum við hjágrein í sálarfrøði frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. 

Dagliga starvast hon sum námslektari í sernámsfrøði og undirvísari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya og hevur seinastu árini verið við til at gera fleiri kanningar um happing í fólkaskúlanum.

Saman við Gallup Føroyar hevur Katrin av Kák eisini staðið fyri nýggjastu kanningini hjá Starvsfelagnum um happing á føroyskum arbeiðsplássum.

Gransking hevur víst, at happing kann fara ógvuliga illa við fólki og vera orsøk til eitt nú strongd, trupulleikar við svøvni, hjarta- og æðrasjúkur, diabetes, blóðtøppar og heilabløðing. Happing kann eisini elva til sálarligar trupulleikar sum ótta, angist og tunglyndi og kann í ringasta føri elva til sjálvmorðstankar og sjálvmorð.

– Tað er herskin kostur, vit hava við at gera, sigur Katrin av Kák.

Mentanin

Men hvat er happing?

Katrin av Kák vísir á, at granskarar eru ikki á einum máli um, hvussu happing neyvt skal skiljast og skilmarkast. Hinvegin eru granskarar samdir um, at happing sum hugtak eigur at verða hugsað av nýggjum, tí happing er ikki sum áður hildið einans eitt verandi millum happaran og tann, sum er fyri happingini, men ávirkast í nógv størri mun av ráki, sum stendst í bólkum – eitt nú á arbeiðsplássum, í sosialum relatiónum, í samskifti og í mentanini, sum valdar á staðnum.

Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn hevur granskað nógv í happing. Granskingin vísir, at kjarnin í happing er útihýsing. Ein allýsing, sum tí ofta verður nýtt, er, at happing er,“tá ið eitt ella fleiri starvsfólk uppliva seg at verða útihýst frá arbeiðsfelagsskapinum, sum tørvur er at vera partur av”.

Happing og útihýsing er ein subjektiv kensla og uppliving. Ítøkilig dømi um útihýsing kunnu vera, at meiningar og sjónarmið ikki verða hoyrd. Tað kann eisini vera, at persónurin kennir seg eyðmýktan, niður- og tillátursgjørdan, ella at tosað verður ljótt og aftan fyri bakið.

Útihýsing kann eisini hava við týðandi viðurskifti á arbeiðsplássinum at gera. Til dømis at verða hildin uttan fyri fundir og sosial tiltøk, at kunning verður afturhildin og starvsfólkalig hjálp noktað.

Tað eru við øðrum orðum fleiri tekin, ið kunnu eyðmerkja happingina.

– Ein mentan stendst ikki av sær sjálvari. Mentan er eitt, ið vit menniskju skapa. Tí hevur tað týdning, at arbeiðspláss og starvsfólk í felag seta sær tann grundleggjandi spurningin, hvussu mentanin er á arbeiðsplássinum, og hvussu starvsfólkini trívast og eru saman um arbeiðslívið, sigur Katrin av Kák.

Hon vísir á, at øll menniskju hava grundleggjandi tørv á at hoyra til í felagsskapi, og tí er útihýsing og happing so skaðilig.

Men hvar gongur markið millum happing og tað at arga?

– At arga er at halda seg innan fyri mark. Arging er, tá ið báðir partar – tað er tann, ið argar, og tann, ið verður argaður – eru samdir um, at tað er stuttligt og einki ilt liggur aftanfyri. Men vandin er, at javnvágin koppar, og annar parturin ikki heldur tað vera stuttligt longur og sigur til. Tá er talan um happing, sum eigur at steðga beinanvegin, sigur Katrin av Kák.

Spurningurin er so, hvussu forðað kann verða fyri happing á arbeiðsplássum.

– Tað ber illa til at steðga happing frá einari løtu til aðra. Mentanin á einum arbeiðsplássi mennist ofta gjøgnum rúma tíð, og tí krevst eisini tíð til at venja arbeiðsplássið av aftur við ósunnu mentanina og skapa og menna nýggja og øðrvísi mentan, sigur Katrin av Kák.

Hon heldur, at tað er í arbeiðinum at orða nýggja mentan, at grundin til eitt gott og sunt arbeiðsumhvørvið, har happing ikki verður góðtikin, verður løgd. Men til tess krevst, at arbeiðsplássið og starvsfólkini í felag tora at hyggja inneftir og seta orð á viðurskifti, ið hava við mentanina á arbeiðsplássinum at gera. 

– Vandin er, at ósemja kann taka seg upp. Kanska duga arbeiðspláss ikki í nóg stóran mun at handfara og greiða ósemjur. Men tað hevur avgerandi týdning fyri eitt og hvørt arbeiðspláss at samskifta innanhýsis og tosa um avbjóðingarnar á staðnum. Hetta hevur týdning, tí happing er ein subjektiv kensla og uppliving og rúmar tí møguleikanum fyri ymsum fatanum av veruleikanum. Tí er neyðugt at samskifta til tess at beina burtur møguligar misskiljingar og ósemjur, sigur Katrin av Kák.

Katrin á Kák - happing er eitrandi og skaðilig

Moralurin

Katrin av Kák vísir annars á eitt hugtak, ið kann hava týdning, skulu vit skilja, hvussu samansett happing er sum fyribrigdi. Tað er hugtakið um hin sokallaða parallellmoralin. Hugtakið er áhugavert og kann geva eina ábending um, hví tað kann vera so lætt at falla fyri freistingini og gera tað skeiva heldur enn tað rætta.

Í stuttum ber til at siga, at tey, ið fremja henda moral í verki, eru tilvitað um, at tey gera øðrum órætt, og høvdu undir vanligum umstøðum ikki framt slíkar gerningar. Men í eini kroystari støðu, ið kann stava frá mentanini á arbeiðsplássinum – soleiðis gera vit! - kann tað vera til fyrimunar fyri starvsfólkið í júst teirri løtuni at fremja gerningin í verki og varðveita plássið á innanhýsis valdsstiganum og vera inni í hitanum, har tað er stuttligt at vera. Parallellmoralurin ger seg við øðrum orðum sekan í, at happing sleppur at halda fram á arbeiðsplássinum. Fyri at verja avgerðina verður funnið upp á frágreiðingar, ið kunnu rættvísgera gerningin. Ikki tí at tann, ið fremur gerningin, neyðturviliga vil tað, men tí at hann ella hon er partur av teirri ráðandi mentanini á arbeiðsplássinum og ikki megnar at siga til og bróta mynstrið.

Annað hugtak, ið er áhugavert í hesum sambandi, er tað, ið kallast sálarligur tryggleiki. Sálarligur tryggleiki merkir, at starvsfólk ikki skulu óttast at gera mistøk og um neyðugt at biðja um umbering fyri mistakið. Slíkur hugburður er fremjandi og skapar tryggleika, ið kann styrkja um felagsskapin, arbeiðsmoralin og arbeiðsplássið, sigur Katrin av Kák.

Ábyrgdin

Katrin av Kák leggur dent á, at øll eiga ábyrgd til tess at forða fyri og steðga happing á arbeiðsplássinum – leiðsla og starvsfólk í felag og sum einstaklingar.

– At skáka sær undan ábyrgd er at skilja happing sum tongda at persónligum viðurskiftum og eginleikum. Men í dag vita vit, at happing er nógv meira samansett og ofta úrslitið av ráðandi mentanini á arbeiðsplássinum, og mentanini eru bæði leiðsla og starvsfólk partur av og eiga tí felags ábyrgd, sigur Katrin av Kák.

Hon er tó greið yvir, at fyri einstaklingin – serliga tann, ið er offur fyri happingini – kann tað vera trupult og ein avbjóðing at siga frá, tí happing er tabu og ofta tongd at skomm og skuldarkenslum. Var tað ikki tað, hevði tað helst verið so líkatil at sagt frá og steðgað happingini, men tað er sjáldan so einfalt.

Katrin av Kák vónar, at kanningin, sum Starvsfelagið hevur gjørt, kann vera við til at menna tilvitskuna um happing á arbeiðsplássum og steðga teimum ógvisligu avleiðingum, ið happing kann hava við sær.

– Happing er eitrandi og oyðileggjandi fyri menniskju. Tí havi eg ógvuliga stóra virðing fyri, at Starvsfelagið tekur málið upp og hevur latið hesa kanningina gera. Vónandi kann tað birta upp undir, at arbeiðspláss um landið taka happing í allar størsta álvara, sigur Katrin av Kák.

Soleiðis kanst tú forða fyri og steðga happing á arbeiðsplássinum:

  1. Ogna tær vitan um happing, og hví happing tekur seg upp.
  2. Steðga á og kanna eftir, hvussu mentanin er á tínum arbeiðsplássi. Tosa við tínar starvsfelagar.
  3. Sig frá! Boða altíð leiðsluni ella álitisfólki og/ella trygdarumboði frá, um tú upplivir happing ella veitst um onkran, sum er fyri happing á arbeiðsplássinum.