Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

2: Raðfesta sálarliga arbeiðsumhvørvið

Kanningar benda á, at vaksandi fólkasjúkan strongd er eitt minst líka stórt vandamál í Føroyum, sum aðrastaðni. Hetta hevur kostnaðarmiklar avleiðingar - bæði fyri einstaklingar, familjur, arbeiðspláss og samfelag. Meðan londini kring okkum hava sett munagóð tiltøk í verk at avmarka trupulleikan, er lítið og einki gjørt her hjá okkum. T.d. hevur Arbeiðseftirlitið ikki havt manning at gera nakað við arbeiðsumhvørvi yvirhøvur. Í 2015 er peningur játtaður Arbeiðseftirlitinum at greina trupulleikan, men enn er eingin játtan til at seta fólk við serfrøði at taka sær av sálarliga arbeiðsumhvørvinum.

Starvsmannafelagið heldur:

At Arbeiðseftirlitið eigur at verða raðfest hægri, so at stovnurin fær pening at seta serkøn starvsfólk, ið kunnu veita ráðgeving og hava eftirlit við sálarliga arbeiðsumhvørvinum.

Flokkarnir halda:

Fólkaflokkurin:
Játtan til stovnar, er ein partur av fíggjarlógarviðgerð. Har eru nógvar raðfestingar at taka støðu til, og ikki er rúm fyri øllum. Vit halda, at sálarliga arbeiðsumhvørvið er umráðandi og eigur fokus at setast á, hvussu vit kunnu betra um umstøðurnar á arbeiðsplássum.

Sambandsflokkurin:
Tað eigur at verða nágreinað, hvat hesar uppgávur hjá Arbeiðseftirlitinum eiga at fevna um. Somuleiðis má ein slík skipan ikki seta spurnartekin við ábyrgdina, rættin og skyldurnar hjá leiðsluni.

Annars eiga at verða skipanir á arbeiðsmarknaðinum og á almennu stovnunum, sum kunnu upplýsa fyribyrgjandi um slíkar trupulleikar og annars hava opinleika um slíkt. Harafturat eigur tað almenna at seta leiðarar, sum hava góðar persónligar og fakligar førleikar at leiða og stýra.

Sálarligt arbeiðsumhvørvi er ábyrgd arbeiðsgevarans, men økið er raðfest á Arbeiðseftirlitinum á tann hátt, at høvi er hjá fólki at ringja, um tey hava spurningar ella annað viðkomandi í sambandi við sálarliga arbeiðsumhvørvið. Arbeiðseftirlitið hevur fólk, sum kunnu vegleiða og geva ráð innan økið. Tað verður arbeitt við at fáa sálarfrøðing knýttan at Arbeiðseftirlitinum.

Javnaðarflokkurin:
Í einum skipaðum Arbeiðsmarknaðardepli – sum er eitt skipað trípartasamstarv við partarnar á arbeiðsmarknaðinum – arbeiða við at fáa eina nýggja arbeiðsumhvørvislóg, ið eisini fevnir um sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Nýtt Sjálvstýri:
Sálarliga umhvørvið hevur alstóran týdning í dagsins samfelag. Tað vísir seg, at oftari og oftari verða fólk sjúkrameldað, tí tey eru ov strongd. Sálarliga arbeiðsumhvørvið eigur at verða raðfest hægri.

Tjóðveldi:
Yvirhøvur er Arbeiðseftirlitið og arbeiðsumhvørvið niðurraðfest og hevur havt vantandi politiska atgerð. Tjóðveldi hevur sum mál at styrkja Arbeiðseftirlitið og arbeiðsumhvørvið munandi og harundir at seta sálarliga arbeiðsumhvørvið, sum sjálvsagdan part av lóg og uppgávu.

Framsókn:
Er ein spurningur um raðfesting. Arbeiðsumhvørviðráðið eigur at verða ein partur av tilmælinum.

Miðflokkurin:
Orsøkirnar til strongd kunnu vera so nógvar, bæði trupulleikar og óheppin viðurskifti á arbeiðsplássinum, men eisini skeivar, ofta persónligar, raðfestingar. Rætt er, at fyrsti parturin, orsøkir til strongd elvdar av viðurskiftum á arbeiðsplássinum, er ein eftirbátur hjá okkum, tí fakfeløg og arbeiðsgevarar, her undir tað almenna, hava ikki raðfest hetta nóg høgt. Tí er positivt og neyðugt, um allir partar taka saman hendur og raðfesta hetta økið, partarnir á arbeiðsmarknaðinum undir samráðingum um nýggjar sáttmálar og almennu myndugleikarnir, við at raðfesta m.a. arbeiðseftirlitið munandi hægri.