Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Rættarmál: Heimsendir starvsmenn fáa fulla løn

Rættarmál: Heimsendir starvsmenn fáa fulla løn 9. November 2021

Tveir limir í Starvsfelagnum, sum starvast hjá Vága Floghavn, áttu fulla løn, tá ið teir vórðu heimsendir part av arbeiðstíðini í fjør orsakað av korunu. Hetta er prinsipiellur sigur, sum staðfestir sterku verjuna av starvssetanini og lønarkravinum hjá starvsmonnum (funktionerum), metir Starvsfelagið.

Kann ein arbeiðsgevari senda starvsfólk, ið eru sett eftir sáttmála við Starvsfelagið og løgtingslógini um starvsmenn til hús fyribils, einans við lønarískoyti frá ALS?

Tað var tann avgerðandi spurningurin, tá ið Starvsfelagið í fjør stevndi Vága Floghavn eftir endurgjaldi fyri lønarmissin, sum tveir starvsmenn í føstum starvi í Vága Floghavn høvdu, tá ið teir í fjør vóru sendir heim ein part av arbeiðstíðini, eftir at landið varð rakt av korona-farsóttini.

Sakarkravið var, at arbeiðsgevarin rindaði munin millum ALS-ískoytið og teirra vanligu løn. Vága Floghavn hevur nú avgjørt at gjalda munin, og tað inniber, at málið er endað, áðrenn tað yvirhøvur kom til endaliga dómsviðgerð í rættinum.

Hetta merkir, at Starvsfelagið hevur vunnið málið. Umframt, at teir báðir starvsmennirnir fáa munin millum ALS-lønina og teirra vanligu løn endurgoldnan frá Vága Floghavn, er arbeiðsgevari teirra dømdur at gjalda allan sakarmálskostnaðin.

Heimsendir við ALS-ískoyti

Tá korona kom til landið í fjør, hevði tað stóra ávirkan á flogferðsluna. Hetta gjørdi, at Vága Floghavn avgjørdi at senda fleiri av sínum starvsfólkum heim, heilt ella part av arbeiðstíðini, við stuðli úr serligu Korona-skipanini hjá ALS.

Teirra millum vóru tveir limir í Starvsfelagnum, sum í síni persónligu setan vóru settir sambært kollektivum sáttmála hjá Starvsfelagnum. Hetta gjørdi, at menninir mistu fleiri túsund krónur um mánaðin í inntøku av heimsendingini.

Vága Floghavn gjørdi galdandi, at talan var um eina sokallaða force majeure støðu, sum gjørdi, at Vága Floghavn, orsakað av ógvusliga minkandi virksemi vegna korona-tiltøkini, hevði rætt til fyribils at senda teir báðar starvsmennirnar heim ein part av arbeiðstíðini, uttan aðra løn enn lønarískoytið frá ALS.

Starvsfelagið vísti afturímóti á, at talan er um starvsmenn við ófrávíkiligum rættindum til løn, sambært løgtingslógini um starvsmenn.

Tá partarir ikki kundu semjast, stevndi Starvsfelagið Vága Floghavn vegna teir báðar limirnar.

Prinsipiellur sigur

- Hetta málið er ein prinsipiellur sigur fyri felagið og setanarrættindini hjá starvsmonnum (funktionerum). Starvsfelagið metir, at við hesum hava vit fingið staðfest, at sendir ein arbeiðsgevari starvsmann til hús við teirri grundgeving, at einki ella minni arbeiði er til hann vegna koronu, so hevur arbeiðsgevarin kortini skyldu at gjalda honum sína vanligu løn sambært setanaravtaluni, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

 - Limirnir í Starvsfelagnum eru allir starvsmenn og hava krav um sína fullu løn í minsta lagi í einum tíðarskeiði, ið svarar til teirra uppsagnartíð, sum hjá teimum báðum monnunum á flogvøllinum var 6 mánaðir. At senda menninar heim ein part av arbeiðstíðini, við einum lønarískoyti, sum var minni enn vanliga lønin, var brot á setanaravtaluna. Løgtingslógin um starvsmenn er ein starvsrættarlig verjulóg, sum ikki kann frávíkjast til bága fyri løntakaran, sigur Súni Selfoss.

Eitt stórt tal av arbeiðstakarum á privata arbeiðsmarknaðinum vórðu sendir heim eftir Korona-skipanini hjá ALS, tá ið koronafarsóttin rakti landið í fjør, og í nógvum førum fingu teir bert lønarískoytið frá ALS.


Sáttmálasamráðingar: Semingsstovnurin boðsendur

  29-11-2021

Álitisfólkafundur 1. desembur 2021

  25-11-2021

Rættleiðing til stjóran í Vága Floghavn

  12-11-2021

Rættarmál: Heimsendir starvsmenn fáa fulla løn

  09-11-2021

Skrivstovan stongd fyri vitjandi í 2 vikur

  05-11-2021

Foreldur fáa løn undir sóttarhaldi hjá børnum

  26-10-2021

Áheitan á stýrið fyri Bústaðir

  21-10-2021

Posta burturvísti av órættum

  14-10-2021

Stytt arbeiðsvika førir neyvan til munandi prísvøkstur

  13-10-2021

Nógv bíligari at stytta arbeiðsvikuna í 37 tímar

  05-10-2021

Álitisfólkaval fyri skeiðið 2021-2023

  04-10-2021

37 tíma arbeiðsvika - betri trivnaður og familjulív

  01-10-2021

Nógvir fyrimunir við 37 tíma arbeiðsviku

  29-09-2021

Krøvini vórðu handað pørtunum á fyrsta samráðingarfundi í dag

  22-09-2021

60 ára veitslan 18. septembur 2021

  21-09-2021

Samráðingar fara nú í gongd

  06-09-2021

Gestarøðan á landsfundi Javnaðarfloksins 2021

  30-08-2021

Starvsfelagið vil javnseta almenn sett starvsfólk

  13-08-2021

Set ferðina niður í summar

  03-08-2021

Góða ólavsøku

  27-07-2021

Starvsfelagið er í summarferiu

  18-07-2021

Eingin semja um starvsfólk á flogvøllinum

  25-06-2021

Stríðið steðgar ikki her

  21-06-2021

Álop á okkara vunnu rættindi

  19-06-2021

Yvirlýsing í sambandi við politiska álopið á verkfalsrættin

  17-06-2021

Heilsan frá fyrrverandi formanni

  15-06-2021

Álop á fakfelagsrørsluna

  15-06-2021

Stuðulsyvirlýsing

  13-06-2021

Starvsfelagið átalar Samherja

  27-05-2021

Betri verju av starvsfólkum í útsettum størvum

  25-05-2021

Løntakaraverndin, sum føroyingar ikki mugu fáa

  11-05-2021

Vísið barnaverndini virðing!

  06-05-2021

Frítíð við løn eftir lóg og sáttmála

  29-04-2021

Gevið S&K sættu frívikuna!

  23-04-2021

Familjufyrisitingin: Yvirtikin og stóra lønarlækking

  14-04-2021

Fíggjarmálaráðið villleiðir

  26-03-2021

Fíggjarmálaráðið leggur upp til stríð um yvirtøkur

  25-03-2021

Førleikamenning innan fyrisiting

  10-03-2021

Aðalfundur verður leygardagin

  03-03-2021

Starvsblaðið - ársrit fyri 2020-2021 komið út

  02-03-2021

Samlagstryggingargrunnur skift navn og formann

  26-02-2021

Tøkk fyri vitjanir og heilsanir

  25-02-2021

Starvsfelagið feiraði stovningardagin

  23-02-2021

Starvsmannafelagið eitur nú Starvsfelagið

  22-02-2021

Fakfeløg mótmæla

  12-02-2021

Eykaaðalfundur í Starvsmannafelagnum

  28-01-2021

Samskiftisfólk til Starvsfelagið

  28-01-2021

LÍV brúkar nú Samleikan

  18-12-2020

Samhugaverkfallið avlýst

  08-12-2020

Sáttmáli gjørdur fyri starvsfólk á Føroya Tele

  08-12-2020

Starvsfelagið fer í samhugaverkfall

  07-12-2020

Starvsmannafelagið hevur avhendað sáttmálakrøv

  06-12-2020