Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Grundlønin – lønarskipanin í sáttmálunum

Útbúgving og førleikar, arbeiðsroyndir, ábyrgd, tign og ítøkiliga starvsinnihaldið eru avgerandi, tá ið grundlønin skal ásetast.

Lønarskipanin: flokkur I-VIII

Í sáttmálunum hjá Starvsfelagnum við tað almenna eru størvini skipað í tilsamans 8 lønarflokkar, har flokkur I hevur lægstu lønirnar og flokkur VIII tær hægstu.

Sáttmálarnir hava eitt fylgiskjal um flokkan og lønir. Hetta er eitt yvirlit yvir lønarflokkingarnar og lýsir treytirnar fyri, at eitt starvsfólk skal fáa løn eftir ávísum lønarflokki. Ella sum tað vanliga verður sagt á fakmáli: Hvussu starvið skal flokkast.

Eisini hevur Fíggjarmálaráðið eina vegleiðing um flokkingar og umflokkingar, sum m.a. greiðir frá mannagongdini í lønarmálum.

Sí Fylgiskjal um flokkan og lønir í sáttmálanunum og vegleiðing hjá Fíggjarmálaráðnum um flokkingar og umflokkingar

Tá ið eitt starv verða lýst leys, skal arbeiðsplássið upplýsa, hvørjum lønarflokki starvið er í. Er starvið nýtt og hevur ikki verið flokkað fyrr, skulu Starvsfelagið og sáttmálapartarnir taka málið til viðgerðar í sáttmálaásettu starvsmetingarnevndini.

Sí § 4, stk.1 í sáttmálunum við FMR og KAF.

Fyrilitini, sum avgera flokkingina

Fyrilitini, sum avgera, hvussu eitt starv verður flokkað, og harvið hvussu grundlønin hjá einum starvsfólki skal vera, eru:

  • førleikakrøv: útbúgving og arbeiðsroyndir, ið starvið krevur

  • starvsinnihaldið

  • hvar í stovnsbygnaðinum starvið er staðsett

  • lønin er hjá nærmasta undir- og yvirfólki

  • avgerðarheimildin

  • arbeiðsleiðsla, slag og vavi av leiðslu

Fyri at flokka størvini rætt, skal hvør einstakur stovnur lýsa sín stovnsbygnað. Hetta yvirlitið skal m.a. vísa

  • hvørjar uppgávur stovnurin hevur,

  • hvussu ábyrdar- og heimildarøkini eru býtt millum starvsfólkini,

  • starvsfólkaheitini á stovninum, og hvussu tey eru flokkað í løtuni

  • talið á funktiónum ella virkisøkjum á stovninum, t.d. leiðararum, fulltrúum, málsviðgerðum og skrivstovufólki

Flokkingin er avgerandi

Tað eru krøvini til flokkingina: útbúgving, royndir, leiðsluheimildir o.a., sum eru avgerandi fyri hvørja løn starvsfólkið skal hava. Tað er t.d. útbúgvingin, sum verður kravd fyri at røkja tað ítøkiliga starvið, og ikki útbúgvingin sum starvsfólkið hevur. Tað er starvsflokkurin sum er avgerðandi.

Um umsøkjarin til eitt skrivstovustarv t.d. er útbúgvin teologur, merkir tað ikki, at viðkomandi so skal hava prestaløn í starvinum. Tað eru førleikarnir og krøvini í starvsflokkingini, so sum skrivstovuútbúgving, viðkomandi arbeiðsroyndir og annað, sum avgera lønina. Og ikki neyðturviliga góðir førleikar hjá umsøkjaranum, sum eru starvinum óviðkomandi.

Endamálið við lønarskipanini er at tryggja eina rættvísa løn fyri øll størv í sáttmálaøkinum. Skipanin skal tryggja, at javnstøða er millum menn og kvinnur, og tað er eitt krav, at líknandi størv verða flokkað á sama hátt, sama á hvørjum stovni tey eru.