Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

3: Rættvísari skattaskipan

Skattapolitikkurin seinastu árini hevur verið sosialt órættvísur og nærum bert gagnað teimum hægru inntøkubólkunum í samfelagnum. Vit halda, at ein skattaskipan, har breiðastu herðarnir bera tyngstu byrðarnar, er tann besta og mest rættvísa, og at hetta er tann besta trygdin fyri einum vælvirkandi og tryggum vælferðarsamfelagi.

Starvsmannafelagið heldur:

At ein progressiv skattaskipan er best fyri samfelagið, og at politiska skipanin skal virka fyri at broyta skattaskipanina, so meðal- og láginntøkurnar fáa munagóðan skattalætta.

Flokkarnir halda:

Fólkaflokkurin:
Hyggja vit at grannalondum okkara, er okkara skattaskipan ikki kappingarfør enn. Allir inntøkubólkar, eisini tey hægst løntu, rinda meira í skatti enn í t.d. Danmark. Fyri at okkara skattaskipan skal verða kappingarfør, eiga vit at lækka skattin hjá lág- og miðalløntum. Flatskatturin var alneyðugur at fáa gjøgnumført, tí tað loysti seg als ikki at arbeiða í landinum. Vit síggja longu úrslitið; í dag eru nógv fleiri, sum forvinna nógv meir. Hægru lønirnar rinda í dag størri part av samlaða skattinum, enn tær gjørdu undan flatskattinum, meðan lægstu lønirnar samlað rinda minni. Skattabroytingar mugu undir ongum umstøðum hækka marginalskattin, t.v.s. skattin av seinast vunnu krónu. Vit halda at eingin inntøka eigur at skattast við meir enn 40%, og at skattur á lág- og miðallønir eigur at lækka.

Sambandsflokkurin:
Ein skattaskipan eigur at venda rætt sosialt, og møguleikarnir at geva skattalætta til miðal- og láginntøkur eiga at kannast.

Vit hava sum er, ein progressivan skattastiga í landsskattinum og ein proportionalan ella flatan stiga í kommunuskattinum.

Ein persónur, sum fær 100.000 krónur í inntøku, rindar 7% í landsskatti, meðan ein persónur, sum hevur 1 mió. krónur í inntøku, rindar 22,2% í landsskatti. Um hetta er ein ov flatur ella ov brattur skattastigi, verða altíð fleiri meiningar um.

Skattastigin eigur alla tíðina at verða eftirkannaður, soleiðis at hann fylgir broytingunum í lønarlagnum o.a.

Javnaðarflokkurin:
Fyri at fíggja vælferðarsamfelagið, er neyðugt at krevja pengar inn á fíggjarlógini. Hetta skal gerast við, at øll bera byrðarnar eftir førimuni – har breiðastu herðarnir bera tyngstu byrðuna.
Skattaskipanin skal vera progressiv, so skatturin á lág- og miðalinntøkum eigur at verða lækkaður. Eisini eiga stigini í inntøkuskattastiganum at verða inntøkuregulerað árliga, so miðalinntøkur ikki av sær sjálvum koma at rinda toppskatt eftir nøkrum árum.

Nýtt Sjálvstýri:
Nýtt Sjálvstýri sær fyri sær, at ein komandi samgonga raðfestir skattalætta til lág- og miðalinntøkur framum størri lættar til tey, ið longu hava fingið lut í skattaumskipanini.

Tjóðveldi:
Tjóðveldisflokkurin hevur eina progressiva skattaskipan sum avgerandi part av sínum stevnumiðum – saman við málinum um at breiðka skattagrundarlagið, soleiðis at øll fíggingin av vælferðarsamfelagnum ikki liggur á lønarskatti. Gjøld fyri at nýta felags tilfeingi, skattur av spekulasjón og kapitalvinningi eiga at vera størri partur av fíggingini hjá tí almenna. Og besti hátturin at fáa progressivitet aftur í skipanina – og harvið at styrkja búskapin, minka stættarmunin og at skapa javnar møguleikar fyri livikorum - er at skatturin hjá lág- og miðalløntum kann lækkast uttan at generelt hækka lønarskattin. Hartil er neyðugt at broyta ta stóru skattahækkingina á forskattaðum pensjónum hjá lág- og miðalløntum. Skattur av pensjón eigur eisini at vera progressivur.

Framsókn:
Vit hava í samband við skattauppskotið hjá sitandi samgongu havt annað uppskot, sum í nógv størri mun tekur hædd fyri meðal- og láginntøkunum. Vit taka undir við, at meðal- og láginntøkur fáa størri fíggjarliga rúmd. Vit halda, at barnaískoyti ella kekkur eigur at stuðla undir búskapin hjá barnafamiljum. Vit halda eisini, at nøkur av teimum brúkaragjøldunum, sum í dag fíggja infrastrukturin, útvarp v.m. eiga at halda fram, soleiðis at ein breiðari skarði enn løntakarin rindar fyri tænastunar.

Miðflokkurin:
Miðflokkurin hevur, tíverri úrslitaleyst, roynt at fingið gjøgnumført ein skattalætta til tey við lág- og meðalinntøkum.

Vit meta, at núverandi skattaskipan, við frádráttum, sum eru tilevnaðir eftir tørvi hins einstaka (munandi botnfrádráttum bæði í lands- og kommunuskattinum, munagóðum barnafrádráttum, sjúkrakassa- og kringvarpsgjøldum eftir inntøku v.m.) eigur at kunna tryggja bæði meðal- og láginntøkum góð og trygg fíggjarlig kor. At hetta ikki longu er gjørt er harmiligt.

Eitt av fyrstu málunum komandi samgonga má loysa, er tí ein útjavningarskipan fyri kommunurnar, so hesar verða javnari stillaðar fíggjarliga og harvið gerast betur førar fyri at virka við til at veita ein skattalætta til meðal og lægru inntøkurnar.