Rita inn

Set teg í samband við okkum um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Starvsfelagið átalar Samherja

Starvsfelagið átalar Samherja 27. Mai 2021

Starvsfelagið, ið varðar av sáttmálaøkinum hjá journalistum í almennum starvi, átalar harðliga ógvusliga ágangin, ið verður framdur móti journalistum í Kringvarpinum av íslendska reiðarínum Samherja og teirra sonevnda ”geriljadeild”. At Samherji fer so langt í ætlanini at sáa iva um journalistar og journalistiska fakið, og samstundis hevur eitt lið, sum hevur til endamáls at ”stinga, benda og stroya salt í sárið” á teimum, sum seta spurnartekin við viðurskifti hjá Samherja, er undir alt lágmark.

Skrivi- og talufrælsið er hornsteinur í einum demokratiskum samfelag. Tí er tað umráðandi, at vit hava eitt sterkt og óheft Kringvarp Føroya, sum public service stovnur kann røkja uppgávuna at veita samfelagsupplýsing og ikki minst at hava kritiskt eftirlit við samfelagsviðurskiftum, politisku skipanini og teimum ráðandi. Tað er týdningarmikið, at stovnurin fær frið og umstøður at røkja hesar uppgávur til lítar.