Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

11 tíma reglan

Arbeiðið skal skipast soleiðis, at starvsfólk fáa í minsta lagi 11 samanhangandi tímar í hvílutíð hvørt tíðarskeið á 24 tímar.

Hvørt tíðarskeið á 24 tímar byrjar, tá ið arbeiðið byrjar. Tað merkir, at byrjar tú at arbeiða t.d. kl. 8 kann arbeiðsdagurin í mesta lagi vara til kl. 21 um kvøldið. Hetta, so at tú kanst fáa minst 11 tíma hvíld, til arbeiðsdagurin byrjar dagin eftir.

Starvsfólk, sum álagt verður at arbeiða út um vanligu arbeiðstíðina hjá fulltíðarsettum, hava rætt til yvirtíð. Og reglurnar í arbeiðsumhvørvislógini um hvílutíð kunnu fáa ávirkan á yvirtíðina. Verður einum starvsfólki álagt at arbeiða so leingi út í eitt, at reglurnar um hvílutíð ikki verða hildnar, skal arbeiðstíðin dagin eftir eisini samsýnast sum yvirtíð. Við øðrum orðum skal 11 tíma reglan verða hildin, áðrenn farið verður til at gjalda vanliga løn aftur.

Sí § 22, stk. 7, 3. pkt. í sáttmálanum við FMR og 26, stk. 7, 3. pkt. í sáttmálanum við KAF.

Undantøk

Í serligum førum kann Arbeiðs- og Brunaeftirlitið geva undantøk frá reglunum um hvílutíð og frísamdøgur. Undantøk kunnu eisini í ávísum førum gerast fyri fólk í hægri og leiðandi størvum.

Lesið meira um hetta á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum og í vegleiðingini um hvílutíð og frísamdøgur.