Tað vanligasta í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum er, at fólk hava vanliga (fasta) arbeiðstíð. Tað eru tey, sum arbeiða vanligar dagtímar, t.d. kl. 8-16 ella 9-17, og sum ikki eru í vaktarskipan.
Dagliga arbeiðstíðin verður avtalað, tá setanin byrjan, og hon kann vera upplýst í setanarskrivinum. Ofta er hon vanliga arbeiðstíðin á staðnum, men annað kann eisini vera avtalað.
Sí serligu lógarviðmerkingarnar til § 2, stk. 2, nr. 9 í løgtingslóg um setanarprógv: ”Arbeiðsgevarin skal upplýsa um vanligu dagligu ella arbeiðstíðina um vikuna. Arbeiðsgevarin kann velja, um upplýsingarnar skulu teingjast til tal av tímum ella arbeiðstíðir/klokkutíðir. (...)”
Við 39 tíma arbeiðsviku og vanligari 5 daga arbeiðsviku er dagligi arbeiðsdagurin hjá fulltíðarsettum í meðal 7,8 tímar. Annað býti kann verða avtalað, t.d. at arbeiðsdagurin er 8 tímar mánadag til hósdag og 7 tímar fríggjadag.
Sáttmálarnir hava ongar ásetingar um, nær tann dagliga arbeiðstíðin hjá teimum við vanligum arbeiðstíðum skal liggja. Tørvur og siðvenja á arbeiðsplássinum kunnu vera avgerandi. Sáttmálaásetingarnar um ólagaliga arbeiðstíð kunnu tó geva eina ábending um, at sáttmálin hevur sum fyritreyt, at vanliga arbeiðstíðin sum meginregla liggur millum kl. 7 og 17. Hetta kann verða nýtt vegleiðandi.
Hevur eitt starvsfólk havt fast ásettar arbeiðstíðir í eina rúma tíð, kann arbeiðsgevarin ikki uttan nakað broyta hesar tíðir við stuttum ella ongum skotbráði. Talan kann tá verða um munandi starvsbroyting, sum er størri enn starvsfólkið má tola, og sum tí má fráboðast við uppsagnarfreistini hjá starvsfólkinum.
Arbeiðsgevarin kann neyvan heldur broyta arbeiðstíðina hjá einum starvsfólki við føstum arbeiðstíðum til eina einstaka uppgávu frá degi til dags fyri at sleppa undan reglunum um yvirtíð. Tað kann vera í ósamsvari við reglurnar um vaktararbeiði, sum merkir, at slíkt arbeiði skal verða vaktarsett og fráboðað starvsfólkinum minst 3 vikur frammaundan.