Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Setanarpolitikkur

Tað er ein týðandi avgerð fyri bæði starvsfólk og arbeiðspláss, tá nýggj starvsfólk verða sett í starv. Tað er tí av alstórum týdningi - fyri báðar partar - at setanin verður gjørd við nærlagni og eftir ásettari mannagongd.

Endamál
Endamálið er at tryggja, at stovnurin setir umsøkjara, ið, úr einum heildarsjónarmiði, er best egnaður til starvið. Setanarpolitikkurin skal eisini tryggja, at umsøkjarar, sum ikki fáa starv, kunnu vera vísir í, at avgerðin er farin fram á rættan og rættvísan hátt.

Meting og krøv
Tá starv verður lýst leyst, skal leiðslan frammanundan gera sær greitt, hvat innihaldið í starvinum er, og hvørji krøv verða sett til tann, sum skal røkja starvið.

Ásetingar í lógum og sáttmálum
Ásetingar eru um setanarviðurskifti í lógum og í sáttmálum. Starvssetanir eru at meta sum fyrisitingarligar avgerðir, og eru tí eisini fevndar av ásetingunum í fyrisitingarlógini um eitt nú svarfreist og grundgeving. Starvssetanir eru eisini fevndar av reglunum um handfaring av persónsupplýsingum í persónsupplýsingarlógini, og av ásetingunum í javnstøðulógini.

Lýsa starvið leyst
Øll størv eiga at verða lýst leys alment. Lýsingin skal greiða frá, hvussu starvið er skipað fyrisitingarliga, hvat starvið fevnir um, og hvat verður kravt av umsøkjarum. Tilskilast skal, hvagar umsøkjari skal venda sær, um viðkomandi ynskir fleiri upplýsingar um starvið. Umsóknarfreistin skal í minsta lagi vera 14 dagar. Størv skulu flokkast, áðrenn tey verða lýst leys. Um hetta av eini hvørjari orsøk ikki ber til at gera endaliga, áðrenn starvið verður lýst leyst, skal ein vegleiðandi flokking verða ásett.

Vátta fyri móttøku
Arbeiðsplássið skal helst beinanvegin, og í seinasta lagi tríggjar dagar eftir at umsókn er komin, senda umsøkjaranum váttan um, at umsóknin er móttikin. Samstundis verður boðað frá, nær umsóknin verður viðgjørd.

Viðgera umsóknirnar
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fyri tænastumenn verður víst til § 5,stk. 3 í løgtingslóg nr. 31. frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins. Setanarnevnd verður sett at meta um umsøkjarar, viðgera umsóknir og hava setanarsamrøður. Í setanarnevndini skulu verða umboð fyri leiðslu og starvsfólk, t.d. umboð fyri ávísar starvsbólkar, ið viðkoma starvsøkinum, og álitisfólk. Tað er av stórum týdningi, at setanarnevndin er umboðað við fólki, sum hevur førleika at meta um umsøkjarar, tá talan t.d. er um starv, ið krevur serligan fakligan førleika. Góð tíð skal verða sett av til at viðgera umsóknirnar.

Setanarsamrøður
Setanarsamrøðurnar skulu vera í góðum og friðarligum umhvørvi. Setanarnevndin skal vera væl fyrireikað, og avtalast skal frammanundan, hvør skipar samrøðurnar.

Svar
Svar uppá umsókn um starv eigur at verða givið sum skjótast, og helst í seinasta lagi tríggjar vikur eftir, at umsóknarfreistin var úti. Ber ikki til at halda hesa reglu, skal umsøkjari – helst longu í skrivinum, ið váttar, at umsóknin er móttikin – fáa boð um nær endaligt svar er væntandi. Avgerðin eigur ikki at verða almannakunngjørd, fyrr enn allir umsøkjarir hava fingið boð um avgerðina.

Grundgevingar
Noktandi svar skulu vera skrivlig og grundgivin. Í grundgevingini skal verða kunnað um støði undir avgerðini. T.d. hví mett er, at førleikin hjá tí, ið settur er í starvið, svarar betur til settu krøvini, enn førleikin hjá tí, ið ikki er settur – eitt nú viðvíkjandi útbúgving, starvsroyndum, persónligum eginleikum og/ella samstarvsvilja.

Innannhýsis umsøkjarar
Leiðari skal tosa við innanhýsis umsøkjarar, ið ikki fáa starvið, áðrenn boðað verður frá, at starvið er sett.

Setanarbræv
Umsøkjari, sum ætlanin er at seta í starv, skal fáa játtandi svar sum tilboð, sum viðkomandi kann taka støðu til, áðrenn endaligt setanarbræv verður skrivað. Setanarbrævið skal vera latið, áðrenn viðkomandi byrjar í starvinum.

Starvsbyrjan
Fyrstu arbeiðsdagarnir hava stóran týdning fyri, hvussu starvsfólk falla til á arbeiðsplássinum, og eiga tí at verða gjølla tilrættarlagdir. Starvsskrá kann verða gjørd fyri fyrstu vikuna og latin starvsfólkinum fyrsta arbeiðsdag. Arbeiðsplássið eigur at tilnevna ein vegleiðara at taka sær av starvsfólkinum fyrstu tíðina. Vegleiðarin skal kunna um reglur og viðuskifti á arbeiðsplássinum í síni heild og svara spurningum starvsfólki hevur.

--

Vegleiðing
- dømi um hvussu setanarsamrøða kann verða skipað.

Vegleiðandi setanarsamrøða
Setanarnevnd
Setanarnevndin skal vera væl fyrireikað.

Umhvørvið
Setanarsamrøðan eigur at fara fram í góðum og friðarligum umhvørvi. Bjóðað verður kaffi, te, sodavatn ella tílíkt.

Fyrst í samrøðuni
Samrøðan kann verða skipað sum leyst prát ella eftir skrá. Upplýst verður, hvør er framsøgufólk. Í stuttum verður greitt frá, hvussu samrøðan fer fram.

Hvat er gott at fáa fram í samrøðuni
Framsøgufólkið greiðir frá, hvørji hini í setanarnevndini eru. Umsøkjarin fær upplýst, um hann kann spyrja so hvørt, ella bíðað verður, til framsøgufólkið er liðugt. Eisini skal umsøkjarin hava at vita, hvussu long samrøðan verður (mælt verður til ½-1 tíma).

Fyri stovnin
Grundgeving fyri at søkja júst hetta starvið.
Útbúgvingar og royndir.
Almenn vitan.
Umhvørvi - familjuviðurskifti o.a.
Heilsustøðu, um tað hevur beinleiðis týdning fyri evnini at útinna starvið.
Persónligir eginleikar.
Áhugamál.
Nær viðkomandi kann byrja í starvinum.

Fyri umsøkjaran
Hvat fevnir arbeiðið um, og hvat er ábyrgdar- og myndugleikaøki.
Lønar- og setanartreytir.
Møguleiki fyri menning.
Arbeiðsumstøður - arbeiðstíð, arbeiðsstaður, ferðing í sambandi við arbeiðið, frítíð, nær starvið verður sett, royndartíð o.a.
Samstarv við onnur. Hvørjum verður arbeitt saman við, og hvønn verður víst til. Hvussu er stovnurin skipaður, eru málsetningar o.s.fr.

Eftir samrøðuna
Sagt skal verða frá, nær umsøkjarin fær endalig boð, hvussu nógv hava søkt, og hvussu nógvar samrøður verða. At skipa upplýsingarnar frá samrøðuni kann t.d. verða nýtt ein talva, ið m.a. samanber:
- faklig vitan og fatan av starvsinnihaldinum
- verkligar royndir
- serlig evni, t.d. talugávur, dynamikkur
- framferð: framsøkin, opin, vísir sjálválit, hugvekjandi o.s.fr.

Vegleiðing
- dømi um hvussu setanarskrá kann verða skipað

--

Vegleiðandi setanarskrá

Undan setan
Skriv verður sent starvsfólkinum, áðrenn tað byrjar í starvi, har m.a. verður greitt frá, nær og hvar møtt verður. Okkurt av tilfarinum, ið er nevnt niðanfyri, kann verða sent starvsfólkinum saman við skrivinum.

Við byrjan
Ein vegleiðari verður tilnevndur at kunna um arbeiðsplássið: leiðara, starvsfólk og arbeiðsøki teirra.

Ein setanarskrá, sum fevnir um fyrstu arbeiðsvikuna, verður gjørd og latin starvsfólkinum fyrsta arbeiðsdag. Innihaldi í skránni kann t.d. vera:
· at starvsfólkið fær ávíst arbeiðsstað og kunnað verður um egin arbeiðstól og arbeiðsøki.
· rundsýning á stovninum við serligum denti á tey støð, sum mest verður samstarvað við.
· gjøgnumgongd av ymiskum skrivligum tilfari hjá arbeiðsplássinum t.d. starvsfólkapolitikk, starvsfólkahandbók, serligar reglugerðir.
· kunning um arbeiðstíð, frítíð, kaffi/døgurðasteðg, reglur um sjúkrafráboðan, lønarútgjalding, skrásetingarskipan o.a.
· kunning um bygnaðin á stovninum, arbeiðsøki, ymiskar nevndir og ráð sum t.d. samstarvsnevnd, álitisumboð, trygdarumboð o.a.
· kunning um mannagongdir, skjalaskráseting, postskipan, telefonskipan, o.a., sum hevur týdning fyri starvið.
· kunning um samstarvsøki.
· greitt verður frá reglum um fráboðan við eldsbruna.