Næstforkvinnan skrivar: Løntakarin, vallyftir og nýggj skattaskipan
30. November 2022
Nú valið er skotið í gongd, og fyrstu vallyftini eru givin, fari eg at loyva mær at minna tykkum á, at tit í øllum hesum valstríðnum mugu vera klár til umgangandi at bretta upp ermar og hjálpa okkara miðal- og lágløntu løntakarum.
Kring Føroyar sita nógv fólk og telja sínar krónur. Tað er eingin loyna, at miðal- og láglønti løntakarin hevur fingið avmarkingar í mun til, hvat tey kunnu koyra í innkeypskurvina. Tveir mjólkapakkar blivu til ein, eitt rugbreyð bleiv til eitt hálvt, smør verður ikki keypt meira, og viðskeri er skorin niður í helvt. Var orsøkin at fyribyrgja matspillu, so vóru tað gleðilig tíðindi. Veruleikin er tó ein annar. Fólk hava ilt við at fáa tað fíggjarliga at hanga saman. Fleiri hava røddirnar verið, sum hava sagt sína søgu, men hava tit lurtað? Livst so spyrt!
Í miðlunum boðaðu arbeiðsgevarar frá, at fleiri søkja um vikuskiftis-, kvøldar- og náttararbeiði. Tað er gleðiligt, at vit hava nokk av arbeiði at bjóða teimum, sum ynskja tað, men er tað rætt, at løntakarin sær seg noyddan at hava eyka arbeiði oman á sítt vanliga starv? Tað haldi eg ikki! Eftir eina langa arbeiðsviku eru fólk troytt. Spurningurin er so, um hesi møðast enn meira og tískil eru í váða fyri at verða rakt av strongd. Hvør skal tá arbeiða eyka arbeiði, umframt tað vanliga arbeiðið fyri at hava ráð til mat og rokningar?
Valstríð og nýggj skattaskipan!!
Okkurt hava politikkararnir hoyrt um truplu fíggjarstøðuna, ið summi sita í. Undanfarna samgonga kunngjørdi broytingar í skattaskipanini, sum skuldu setast í verk í 2023. Eg ivist tó í, um teir hava tikið røttu avgerð við at bjóða skattalætta til tey, sum hava mest. Hetta, tí seinast eg var og keypti inn, kostaði mjólkin eins fyri øll, eins og rugbreyðið eisini gjørdi. Tá prísir hækka nógv á vanligum gerandisvørum og -tænastum, so eru tað lægru inntøkurnar, sum verða harðari raktar enn hægru inntøkurnar. Sostatt meti eg ikki, at hesin skattalættin varð givin rætt.
Fakfelagssamstarvið hevur eisini víst á, at ætlaði skattalættin ikki rakar rætt í mun til tað at lætta um hjá teimum, sum verða trýst av øktu inflatiónini. Heldur tað mótsatta!
“Det er en ommer”!
Vallyftir til løntakaran
Góðu politikkarar! Eftir at hava sæð fyrsta formansumfarið á KVF, kann eg bert gleðast um at hoyra, at næstan øll forfólkini vóru samd um, at ein nýggj skattaskipan skal gerast, og eg gleði meg at fylgja við í, um tykkara vallyftir verða hildin.
Her eru nøkur uppskot frá einum fakfelagsfólki, sum øll fáa gagn av, og tryggjar, at samfelagshjólini halda fram at mala í hesum inflatiónstíðum:
Skattalættin skal venda øvutur av tí, sum fyrrverandi samgonga kunngjørdi. Hetta, so at tey, sum hava lægstu inntøku, skulu hava meira í skattalætta. Tey, sum hava høga inntøku, skulu hava lítlan ella ongan skattalætta. Hetta merkir, at skattalættin verður givin eftir tørvi. Tørvurin er jú haraftrat at hava ráð til mat, hita og el. Tit kunnu eisini skapa ein heilt nýggjan skattareform, sum tryggja okkara lágløntu meira krónur í lumman.
Harafturat skjóti eg upp, at eitt prísloft verður sett á matvørurnar! Matvøran kostar jú eins fyri okkum øll, lág- sum hálønt. Prísloftið kann eitt nú fíggjast við, at eitt mark verður sett á, hvussu nógvan vinning og avgjøld handlar kunnu seta á vørurnar.
At enda havi eg eitt síðsta ynski! Takið fakfeløgini við upp á ráð, tá ið kjakast skal um, hvussu vit kunnu hjálpa vanliga løntakaranum í hesu truplu støðu. Tað er av alstórum týdningi at hava fakfeløgini við í kjakinum. Hetta, tí fakfeløgini vita júst, hvussu støðan er hjá løntakaranum, og kunnu tala teirra søk. Vit eru altíð klár til samstarv.
Gott val til tykkum øll uppstillaði! Vit eru mong sum fylgja við, hvørji lyfti tit geva og um tit hesu ferð halda lyftini og gera ein mun fyri løntakaran.
Birita F. Kjærbæk, næstforkvinna í Starvsfelagnum