Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Arbeiðstíð

Hvør er arbeiðstíðin hjá limum Starvsfelagsins?

Fyri starvsfólk undir landinum og hjá kommununum er full arbeiðstíð 39 tímar um vikuna íroknað mattíð.

Arbeiðstíðin er vanliga mánadag til hósdag frá kl. 08.00 til 16.00 og fríggjadag frá kl. 08.00 til 15.00, íroknað 30 min. mattíð um dagin.

3/4 arbeiðstíð er 29 tímar og 15 min. íroknað 30 min. mattíð um dagin.

½ arbeiðstíð er 19 tímar og 30 min, íroknað 15 min mattíð um dagin.

Fyri starvsfólk hjá S.E.V. og Føroya Tele er arbeiðstíðin 37 tímar um vikuna umframt mattíð. Her er mattíðin ikki íroknað arbeiðstíðina, men hava tey rætt til mattíð eftir hvussu nógv arbeiðstíðin er.

Full arbeiðstíð er 37 tímar, vanliga mánadag til hósdag kl. 08.00 til 16.00 og fríggjadag kl. 08.00 til 15.30, her liggur ½ tími mattíð inni í arbeiðstíðini. Er mattíðin 1 tími er arbeistíðin til kl. 16.30 og fríggjadag til kl. 16.00.

3/4 arbeiðstíð er 27 tímar og 45 min og ½ arbeiðstíð er 18 tímar og 30 min.