Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

6: Tríparta samstarv

Tríparta samstarv er eitt felags arbeiðsmarknaðarpolitisk forum, har arbeiðsgevarar, fakfeløg og politiska skipanin tosa saman og semjast um mál av felags áhuga. Hettar er væl kent úr øðrum londum, og Starvsmannafelagið heldur at tað er vert at royna í Føroyum. Í tríparta samstarvinum kunnu verða umrødd arbeiðsmarknaðarmál, sum ikki hoyra undir sáttmálasamráðingarnar, t.d. mál um lóggávu og regluverk og onnur tiltøk, sum viðvíkja arbeiðsmarknaðinum. Vit halda, at eitt slík samstarv kann betra sambandið millum partarnar. Tað kann vera við til at lýsa og loysa avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum til gagns fyri allar partar.

Starvsmannafelagið heldur:

At eitt tríparta samstarv millum fakfeløg, arbeiðsgevarar og politisku skipanina eigur at verða fingið í lag, við regluligum fundum um áleikandi mál á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Flokkarnir halda:

Fólkaflokkurin:
Vit taka undir við 3 partasamráðingum, t.d. um skattur kann blíva ein partur av samráðingunum.

Sambandsflokkurin:
Tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava ábyrgdina av sáttmálasamráðingum.

Tað kann hinvegin vera gagnligt við samskifti millum fakfeløg, arbeiðsgevarar og politisku skipanina. Men Sambandsflokkurin gongur tó inn fyri, at tað bara skulu vera partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava ábyrgdina av sáttmálasamráðingunum.

Javnaðarflokkurin:
Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri, at politisku myndugleikarnir fara í eitt skipað trípartasamstarv við partarnar á arbeiðmarknaðinum um ein reform við hesum høvuðstættum:

  • Arbeiðsmarknaðardepil verður skipaður, so partarnir á arbeiðsmarknaðinum í størri mun enn í dag kunnu skipa fyri egnum viðurskiftum
  • Skipan av arbeiðsmarknaðar- og vaksnaútbúgvingum
  • Skipan av Arbeiðsmarknaðarútbúgvingargrunni at fíggja lønarendurgjald
  • Eldra ella senior arbeiðsmarknaðarpolitisk átøk
  • Familjuarbeiðsmarknaðarpolitikkur við betri javnstøðu millum almenna og privata arbeiðsmarknaðin
  • Skipanir fyri meira rúmligum arbeiðsmarknaði fyri fólk við førleikatarni
  • Raðfesting av arbeiðseftirlitinum fyri betri trygd á arbeiðsplássum
  • Nýggja arbeiðsumhvørvislóg, sum eisini fevnir um sálarligt arbeiðsumhvørvi


Nýtt Sjálvstýri:
Nýtt Sjálvstýri vil virka fyri samstarvi. Stendur tað til Nýtt Sjálvstýri, so vilja vit fegin kalla inn til tríparts-samstarv millum fakfeløg, arbeiðsgevarar og politisku skipanina.

Tjóðveldi:
Tjóðveldi er eitt sindur ivasamt um hugtakið “trípartasamstarv”, tí tað er sera avgerandi, hvat lagt verður í tað – og hvat tað kann elva til. Í onkrum Norðurlandi hevur verið roynt at gera avtalur um at hækka arbeiðstíð afturfyri onkra skatta- ella avgjaldsbroyting. Um lagt verður upp til tílíkar “trípartasamráðingar”, so kann tað undirgrava frælsið hjá fakfeløgum og arbeiðsmarknaðar-pørtunum. Talan er jú ikki um tríggjar javnsettar partar, og vandin er, at alt eftir politiska meirilutanum, kunnu vunnin rættindi og avtalur og frælsi samráðingarrætturin, koma undir trýst. Hinvegin er tað sera skilagott, at arbeiðsmarknaðarpartarnir og politiska skipanin viðgera arbeiðsmarknaðarmál av týdningi, men neyvan í einum formaliseraðum bygnaði. At penjónsskattingin varð broytt, sum broytti allar sáttmálar, uttan at fakfeløgini fóru í verkfall, prógvar fyri okkum, at fakfeløgini heldur skulu styrkja sítt frælsi sum fakfeløg, ið hava meiningar og ávirkan á allar politiskar avgerðir.

Framsókn:
Eingin viðmerking.

Miðflokkurin:
At arbeiðsgevarar, fakfeløg og politiska skipanin tosa saman og semjast um mál av felags áhuga, er sjálvsagt. Tó er týdningarmikið, at hesar samráðingar ikki koma ístaðin fyri ella taka virði og heimildir frá núverandi dýrtvunna samráðingarrættinum hjá pørtunum á arbeiðsmaknaðinum.