Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Fakfelagsleiðari flýddi undan krígnum í Ukraina

Kríggið í Ukraina

Oksana Huz Blanc, leiðari í ungdómsdeild í ukrainskum fakfelagi. Mynd: arbetet.se

Russar bjóða ukrainska fólkinum hægri løn, ókeypis almennar tænastur og enntá ókeypis vodka. Hetta verður gjørt sum ein roynd at vinna vælvild millum fólkið í hertiknum økjum í Ukraina og harvið at gera mótstøðuna veikari. Soleiðis greiddu ungdómsleiðararnir úr ukrainskum fakfelagi, Oksana Huz Blanc og Ivanna Khrapko, frá á norðurlendskari ráðstevnu, sum felagsskapurin NSO skipaði fyri í Halden í Noregi í august mánaði í fjør.

Oksana Huz Blanc og ársgamla dóttirin, Angela, vaknaðu av bumbuljóðinum í Kyiv klokkan 5 hósmorgunin 24. februar. Oksana tendraði tíðindini, sum søgdu, at russar høvdu gjørt innrás, og nú var kríggj. Oksana pakkaði tveir ryggsekkir og fór við dóttrini í barnavogninum til ein parkeringskjallara nærhendis at søkja skjól fyri bumbubrestunum. Eina viku seinni vóru tær báðar í Svøríki.

Fakfelagssambondini vóru hjálpin at flýggja

Oksana hevur starvast sum leiðari í ungdómsdeildum í ukrainska fakfelagnum SEUU fyri alment sett starvsfólk. SEUU hevur leingi havt samstarv við fakfeløg í øðrum londum, og Oksana hevði gjøgnum starv sítt nógvar vinir í nógvum londum, sum stóðu til reiðar at hjálpa, tá ið kríggj brast á. Eitt nú var tað Karin Brunzell úr svenska systurfelagnum hjá Starvsfelagnum, Fackförbundet ST, sum bjóðaði Oksanu og dóttrini til Svøríkis.

Tað vóru fakfelagssambondini, sum hjálptu Oksanu at flýggja úr landinum og til Svøríkis. Starvsfelagin hjá Oksanu, Ivanna Khrapko, koyrdi Oksanu og dóttrina til Rumenia; ein teinur, sum tók fleiri dagar at koyra vegna sera tungu ferðsluna. Tá ið tær vóru komnar til Rumenia, fingu tær hjálp frá øðrum vinum úr fakfelagsrørsluni, sum hjálptu við neyðugu skjølunum og fingu tær víðari til Ungarn, haðani tær síðan flugu til Svøríkis.

– Tað er nú, at eg veruliga skilji, hvat fakfelagssamhaldsfesti merkir, sigur Oksana.

Starvsfelagin, sum hjálpti Oksanu til rýmingar, Ivanna, valdi sjálv at verða verandi í Ukraina, har hon hevur havt ein týðandi leiklut í arbeiðnum hjá fakfeløgunum at samskipa neyðhjálp til fólk í krígsraktum økjum.

Ivanna Khrapko

Ivanna Khrapko, starvsfelagin hjá Oksanu. Mynd: arbetet.se

Fakfeløg sum hjálparfelagsskapir

Nú Oksana er í útlegd í Svøríki, arbeiðir hon í samstarvi við svenska fakfelagið ST við at skipa fyri hjálpararbeiðnum í Ukraina. Eftir innrásina hevur tað verið trupult fyri tey flestu at halda fram at arbeiða, og ukrainsku fakfeløgini hava fingið ein leiklut, sum tey ikki høvdu  undan innrásini. Við stuðli innanlands og eisini frá altjóða fakfeløgunum og felagsskapum fóru tey beinanvegin at skipa fyri neyðhjálp í krígsraktum økjum. Hetta er millum annað at fáa mat og heilivág til økir, ið hava tørv á tí.

– Tað var, sum at einglar tóku ímóti okkum í norðurlendsku fakfeløgunum, so blíð og hjartalig var móttøkan, tá ið vit settu okkum í samband við tey eftir innrásina. Norðurlendsku fakfeløgini hava stuðlað arbeiðnum hjá okkara ungdómsdeildum, miðlað boðskapin út og givið okkum stuðul á alskyns hátt, sum hevur alt at siga fyri okkum. Nú verður dentur lagdur á at fáa fleiri fakfeløg, bæði í Ukraina og kring heimin, at samstarva við okkum at veita hjálp til ung sum gomul, kvinnur og menn. Í hesum arbeiðnum hevur fólkið í Ukraina fingið eyguni upp fyri, hvussu týdningarmikil fakfeløgini eru fyri okkum øll. Hjálpararbeiðið hjá ungdómsdeildunum verður gjørt um alt landið og verður samskipað í býum, á tokstøðum og í almennum parkum, hóast kríggj og ófriður valdar. Hetta hava vit m.o. okkara samstarvsfeløg í Norðurlondum at takka fyri, at vit kunnu halda fram at veita hesa týdningarmiklu hjálpina, segði Ivanna og takkaði fyri stuðulin.

Oksana og Ivanna

Ivanna og Oksana saman við dóttir Oksanu, Angelu, tá tær flýddu úr Ukraina. Mynd: privat

Zelensky samtykkir lógir, sum skaða fakfeløg

Oksana greiddi frá, at starvsfelagar hennara hava verið noyddir at flýggja av arbeiðsplássinum í Kyiv av krígnum. Eisini hevur forsetin, Volodymyr Zelensky, samtykt lógir, sum banna fakfeløgunum á arbeiðsplássum við færri enn 250 starvsfólkum. Hetta varð sagt at vera ein roynd hjá stjórnini at stríðast ímóti korruptión í landinum. Fylgjurnar hava gjørt, at tað er sera trupult hjá fólki at vera í fakfeløgunum og eisini at starvast í fakfeløgunum.

– Hetta hevur verið sera trupult fyri okkara fólk, at forsetin hevur samtykt hesa lógina ímóti fakfeløgum, sum skal eitast at vera fyri at steðga korruptión. Hetta hevur gjørt, at vit ikki longur hava atgongd til almennar upplýsingar. Russar hava tí sett á stovn følsk fakfeløg í krígsraktu økjunum og føra fram propaganda um, at teir skulu verja rættindini hjá embætisfólki og øðrum í hesum økjunum. Fakfeløg í Ukraina eru blivin partur av propagandakrígnum hjá Putin fyri at ávirka almenningin.

Russar bjóða ókeypis almennar tænastur og vodka

Oksana greiddi frá, at fólk, sum starvast í hersettum økjum í Kherson, fáa at vita frá russum, at tey eru partur av russiska samveldinum nú og limir í russiskum fakfeløgum. Fólk eru bangin fyri hóttanum frá russum og kenna seg sjálvandi sera ótrygg.

– Russar bjóða nógv hægri løn, enn tey fingu frammanundan, ókeypis almennar tænastur sum barnaansing og enntá ókeypis vodka. Hetta er partur av eini ætlan at vinna vælvild millum fólkið í hersettu økjunum og gera mótstøðuna veika, so at teirra propaganda vinnur frama millum fólkið. Russiskir hermenn hava t.d. tvingað starvsfólk á kjarnorkuverkinum í Zaporizhzhia alment at siga, at tað er gott at arbeiða fyri Russland. Kjarnorkuverkið verður brúkt sum eitt vápn í stríðnum, og hetta er sera vandamikið. Nógv kjarnorkuverk, sum veita streym til stórar partar av landinum, eru avbrotin av russum. Vit vóna, at altjóða samfelagið fær tamarhald á støðuni og hjálpir Ukraina at verja kjarnorkuverkini, segði Oksana at enda.

Á ráðstevnuni var semja um, at NSO framhaldandi stuðlar ukrainsku fakfeløgunum og samstundis mótmælir og átalar framferðini hjá forsetanum í landinum at samtykkja lógir, sum forða fólki í at gerast limir í fakfeløgum og forða fakfeløgum í arbeiði teirra.