Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Sunnu- og halgidagsarbeiði

Starvsfólk mugu ikki regluliga arbeiða sunnu- og halgidagssamdøgur, uttan so at halgidagsarbeiðið er til samfelagsins frama ella er neyðugt fyri at varðveita virðir.

Halgidagssamdøgur skulu liggja innan fyri tíðarskeiðið frá kl. 22 kvøldið fyri halguna til kl. 8 morgunin eftir halguna.

Starvsfólk, ið regluliga arbeiða sunnudag, hava rætt til at halda frí mitt í viku samsvarandi tal av arbeiðstímum, sum arbeitt varð farna sunnudagin.

Undantøk

Í serligum førum kann Arbeiðs- og Brunaeftirlitið geva undantøk frá reglunum um hvílutíð og frísamdøgur. Undantøk kunnu eisini í ávísum førum gerast fyri fólk í hægri og leiðandi størvum.

Lesið meira um hetta á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum og í vegleiðingini um hvílutíð og frísamdøgur.