Sambært starvsfólkapolitikki landsins skal arbeiðsplássið helst beinanvegin og í seinasta lagi tríggjar dagar eftir, at umsóknin er móttikin, senda umsøkjarunum váttan um, at umsóknin er móttikin. Samstundis verður boðað frá, nær umsóknin verður viðgjørd. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Sambært § 3, stk. 8 í sáttmálunum fyri starvsfólk hjá landi og kommunum skal álitisfólkið hava málið til ummælis, tá ið ætlanin er at seta fólk í starv. Tað skal vera, áðrenn endalig støða verður tikin.
Fyri arbeiðspláss hjá landinum skal setanarnevnd setast at meta um umsøkjararnar, viðgera umsóknirnar og hava setanarsamrøður. Í setanarnevndini "skulu verða umboð fyri leiðslu og starvsfólk, t.d. umboð fyri ávísar starvsbólkar, ið viðkoma starvsøkinum, og álitisfólk."
Starvsfelagið tulkar orðini í starvsfólkapolitikkinum sum, at álitisfólk altíð skulu vera umboðað í setanarsnevndunum. Onnur starvsfólkaumboð kunnu eisini vera í nevndini. Hinvegin lesur Fíggjarmálaráðið tað sum, at álitisfólkini kunnu vera umboðað. Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eitt mál, har spurningurin var uppi at venda, og metingin var, at politikkurin kann lesast upp á báðar mátar. Í tí ítøkiliga málinum fekk Starvsfelagið sum kærandi ikki viðhald.
Tilmælið hjá Starvsfelagnum er, at álitisfólkini gera vart við tað hjá leiðslu síni og Starvsfelagnum, um tey ikki sleppa við í setanarnevndir á stovninum.
Setanarnevndirnar skulu í starvi sínum halda fyrisitingarligar meginreglur og fyrisitingarlóg. Umframt at seta tann, sum frá eini heildarmeting er best skikkaður í starvið, skulu setanarnevndirnar halda reglurnar um hoyring, gegni, grundgeving og kæruvegleiðing, tá ið fólk skulu setast í starv.