Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Feria

Hvussu langa feriu havi eg sum limur í Starvsfelagnum?

Vanliga ferian er 5 vikur, ella 30 yrkadagar, árliga. Hvør vika telur 6 yrkadagar, frá mánadegi til leygardag.

Feriuárið verður roknað frá 1. apríl til 31. mars, har tú vinnur 2,5 dagar hvønn mánað. Hetta merkir, at tú fært vanliga mánaðarløn hvønn mánað, eisini tá tú ert í feriu. Men harumframt fært tú eisini eitt frítíðarískoyti á 1½ prosent av árslønini útgoldið 1. mai.

Fellur ein fastur sáttmálasettur frídagur í summarfrítíðini, eitt nú ólavsøkan, verður annar feriudagur latin í staðin. Tó ikki, um frídagurin fellur á ein sunnudag.

Umframt hesar 5 vikurnar, hevur Starvsfelagið samrátt seg til eina serstaka fríviku. Hetta ger, at limir felagsins kunnu halda feriu í 6 vikur árliga. Les meira um serstøku frívikuna her.

Ert tú ikki í føstum starvi, hevur tú kortini rætt til feriu í 5 vikur árliga. Tú fært tó ikki vanliga løn í feriuni, men 12 prosent av árslønini útgoldna í feriupengum 1. mai. Hesin peningur skal røkka til tíðarskeiðið, tá tú fert í feriu.