Starvsfelagið feiraði stovningardagin
23. Februar 2021
JUBILEUM: Í dag vóru 60 ár liðin síðani størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagið, varð sett á stovn. Hetta varð hátíðarhildið í Smæruni og í hølum felagsins. Felagið eitur frá í dag Starvsfelagið.
Stovningardagurin er hildin við manér í allan dag.
Fyrrapartin vóru fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum til morgunmatar í hølum felagsins. Og bæði fyrrapartin og seinnapartin hevur verið opið hús, har bæði limir, álitisfólk og nógv onnur stukku inn á gólvið til te, kaffi og lagkøku.
Nýtt navn og grafiskur samleiki
Aftaná døgverða var eitt tiltak fyri umleið 100 innbodnum í Smæruni.
Súni Selfoss, formaður kunngjørdi nýggja grafiska samleikan og nýggja navnið “Starvsfelagið”, sum varð tikið alment í brúk í dag. Tað er lýsingarstovan Virka sum hevur gjørt nýggja grafiska samleikan.
Eisini varð ein nýggj heimasíða kunngjørd, sum loysir gomlu heimasíðuna av, sum hevur eini 10 ár á baki.
Og loksins varð eitt jubileumsrit lagt framt, sum Kári Mikkelsen, journalistur hevur lagt til rættis. Innihaldið eru samrøður við fyrrverandi forfólk í felagnum um fakfelagssøguna og verandi formann og nevndarlimir í felagnum um framtíðar avbjóðingarnar. Harumframt er áhugavert søguligt tilfarið úr søgu felagsins at lesa í blaðnum.
Røður og tónleikur
Núverandi og fyrrverandi forfólk í Starvsmannafelagnum hildu røður á hátíðarhaldinum í Smæruni, og Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, hevði framløgu um samfelagsliga leiklutin hjá føroysku fakfelagsrørsluni.
Borðreitt var við lættari ábiti og drekkandi aftur við. Og undirhaldinum syrgdu Finnur Hansen, tangentleikari, og kvinnubólkurin Sway fyri.
Niðanfyri síggjast nakrar av myndunum, sum vóru tiknar á 60 ára jubilemumshaldinum hjá stóra fakfelagnum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum í dag fekk navnabroyting til Starvsfelagið.
Ann Ellingsgaard, samskipari í Fakfelagssamstarvinum, og fakfelagsfelagar til morgunmat hjá Starvsfelagnum.
Fleiri nýttu høvið at vitja felagshúsið hjá Starvsfelagnum í J. H. Schrøtersgøtu í dag.
Finnur Hansen spældi undir.
Matur og drekka í Smæruni seinnapartin.
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, avdúkar nýggja grafiska samleikan hjá felagnum og nýggja navnið “Starvsfelagið”.
Umleið 100 fólk vóru til hátíðarhaldið í Smæruni seinnapartin.
Jákup Danielsen, fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum, heldur røðu.
Forfólk í Fakfelagssamstarvinum og skrivarin í Starvsfelagnum.
Selma Ellingsgaard, fyrrverandi forkvinna í Starvsmannafelagnum, heldur røðu, við nýggja navninum og búmerkinum í bakgrundini.
Kvinnubólkurin Sway.
Fyrrverandi forfólk í Starvsmannafelagnum, saman við sitandi formanni, frammanfyri nýggja navni og grafiska samleika felagsins. Frá vinstu Andrass Skaalum, Jákup Danielsen, Selma Ellingsgaard, Gunnleivur Dalsgarð og Súni Selfoss.
Nýtt navn og nýtt búmerki á felagshúsinum í J. H. Schrøtersgøtu í Havn.