Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Uppsagnarpolitikkur

Uppsagnir av starvsfólkum verða framdar á virðiligan hátt.

Endamál
Endamálið við uppsagnarpolitikkinum er at seta upp fyriskipanir, sum tryggja, at starvsfólk kunnu verða vís í, at uppsøgnin er farin fram á virðiligan hátt.

Reglubinding
Allar uppsagnir skulu fremjast sambært uppsagnarmannagongdum, freistum og fráboðanarskyldum í galdandi lógum, reglugerðum og sáttmálum.

Fráboðanir
Talan kann vera um fleri uppsagnir orsakaðar av viðurskiftunum hjá stovninum, t.d. skerjingar, ella einstakar uppsagnir orsakaðar av viðurskiftum hjá einstaka starvsfólkinum. Í báðum førum eigur leiðslan at boða starvsfólkaumboðum og síðan starvsfólkunum frá hesum, so skjótt sum til ber. Fráboðan um ætlaða uppsøgn eigur at verða givin fyrstu dagarnar í vikuni, og helst fyrrapart á degi. Er talan um fleiri uppsagnir, eiga tær, um til ber, at verða givnar sama dag.

Samrøða
Ovasti leiðarin ella næsti fyrisetti biður um samrøðu við viðkomandi og boðar munnliga frá ætlaðu uppsøgnini. Skrivlig fráboðan um uppsøgnina, sum skal grundgevast, verður givin til ummælis við ásettari freist. Starvsfólkaumboð skal vera til staðar undir samrøðuni, um viðkomandi ynskir tað. Samstundis eigur at verða boða frá, at til ber at koma á tal við leiðsluna sama dag og fylgjandi dagar. Samrøðan, sum fer fram í trúnaði, skal vera væl fyrireikað, og tann, sum ber boðini, skal geva sær stundir til at tosa við viðkomandi. Serligt fyrilit skal verða tikið fyri teirri ávirkan, ætlað uppsøgn ber í sær fyri viðkomandi.

Dentur eigur at verða lagdur á:
· at tosa um hendigar og ávaringa, sum hava ávirkað avgerðina
· at gera eina neyva lýsing av orsøkunum til avgerðina
· at avtala hvussu næstu starvsfólkini verða kunnað og hvat kunnað verður um

Arbeiðsgevarin má tryggja sær, at starvsfólk, sum ikki eru til arbeiðis og ikki hava møguleika fyri at koma á arbeiðsplássið, fáa ætlaðu uppsøgnina til ummælis. Í brævinum eigur at verða upplýst um, at leiðslan, so skjótt sum til ber, persónliga fer at seta seg í samband við viðkomandi til tess at umrøða fráboðaðu uppsøgnina.

Sakkøn hjálp
Tann ella tey, sum eru søgd úr starvi, hava møguleika at fáa vegleiðing og hjálp á ávísum økjum. Sí dømi niðanfyri.

Úr starvi beinanvegin
Tá ið starvsfólk verða søgd úr starvi, eiga tey at fáa høvi til at fara úr starvinum beinanvegin. Hetta í tann mun arbeiðsgevarin metir tað bera til.

Aldur
Fráfaringaraldurin er 67 ár. Alment sáttmálasett verða søgd úr starvi sambært vanligum uppsagnarreglum til fráferð í endanum av tí mánaða, tey fylla 70 ár. Leiðslan kann venda sær til viðkomandi við tilboði um, at við komandi sjálvur kann siga seg úr starvi. Fyrilit má takast fyri uppsagnarfreistum, frítíð o.ø.

Tænastumenn
Serligar reglur eru galdandi fyri uppsagnir o.a. av tænastumonnum.

Uppsagnarpolitikkur
-dømi um hvat sakkøn hjálp kann fevna um

Sakkøn hjálp
Sakkøn hjálp kann vera samrøður við sálarfrøðing og hjálp/vegleiðing frá Arbeiðsloysisskipanini. Til fólk, sum koma í kreppu, kann sálarfrøðingurin veita kreppuhjálp og annars hjálp, sum á ein ella annan hátt hava brúk fyri stuðli til at fóta sær aftur. Til einstaklingar kann talan verða um í mesta lagi seks samrøður. Er talan um fleiri uppsagnir, kann felags ráðgeving verða veitt, t.d. sum fyrilestrar. Uppsagt starvsfólk, ið vil nýta henda møguleika, skal heita á stovnsleiðsluna um at fáa váttan um, at stovnurin vil rinda fyri viðtalur hjá sálarfrøðingi. Uppsagda starvsfólkið kann sjálvt velja sálarfrøðing. Viðkomandi arbeiðspláss fær í lag avtalu við sálarfrøðing við autorisatión. Høvi er at nýta henda møguleika upp til hálvt ár frá tí degi, viðkomandi varð uppsagdur.

Arbeiðsloysisskipanin
Arbeiðsloysisskipanin kann veita hjálp og vegleiðing á fleiri økjum. Øll, ið eru skrásett í arbeiðsávísingini, hava rætt til at tosa við ein málsviðgera á arbeiðsávísingini um t.d. at søkja arbeiði, skeiðmøguleikar og vegleiðing annars. Ein, sum hevur verið uttan starv í seks mánaðir, kann sleppa á styttri førleikagevandi skeið. Vanlig mannagong er, at arbeiðsávísingin kallar tann arbeiðsleysa inn til eina samrøðu. Tað ber til at fáa hjálp frá arbeiðsávísingini til at skriva umsókn um starv. Hevur ein áhuga í at arbeiða uttanlands, kann arbeiðsávísingin fara út á alnótina at leita. T.d. kann nevnast, at arbeiðsávísingarnar í Noregi og Danmark hava lýsingar úti á alnótini. Ung í aldrinum 18 – 26 ár hava møguleika at fara til eitt annað norðurland at arbeiða um summarið. Arbeiðloysisskipanin útvegar upplýsingar og umsóknarbløð.