Rita inn

Set teg í samband við okkum um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Førleikamenning innan fyrisiting

Førleikamenning innan fyrisiting 10. Mars 2021

Á aðalfundi Starvsfelagsins 6. mars 2021 legði Finn Jensen, dekanur á Glasi, fram um ymisku møguleikarnir fyri førleikamenning innan fyrisiting í Føroyum

Á Glasi finnast fleiri tilboð fyri førleikamenning til tey, sum starvast innan fyrisiting. Tað segði Finn Jensen á aðalfundi Starvsfelagsins leygardagin 6. mars. Hann vísti á, at Glasir bjóðar nevniliga 3 ymiskar leiðir fyri førleikamenning, har nr. 2 og 3 kanska er mest viðkomandi fyri tey, ið vilja førleikamenna seg, meðan tey eru í starvi:

  1. Við at taka eina yrkisakademiska útbúgving
  2. Við at taka eina hægri parttíðarútbúgving
  3. Ella við at melda seg til skeið

Skrivstovuútbúgving er ein miðnámsútbúgving

Eitt sentralt poeng í framløguni hjá Finn var, at skrivstovuútbúgving er ein miðnámsútbúgving - og ikki bara tað:

- Alt ov nógv fólk halda, at tey kunnu ikki sleppa inn til hægri lestur, tí tey "bara" hava eina skrivstovuútbúgving. Hetta er ikki rætt - hevur tú eina skrivstovuútbúgving, og hevur tú í minsta lagi 2 ára starvsroyndir, sleppur tú beint inn til tær hægru útbúgvingarnar, sum vit bjóða fram á Glasi, legði Finn dent á.

Hægri parttíðarútbúgvingar

Hægri parttíðarútbúgvingin, áðurnevnda nr. 2, er liðilig og kann tískil lagast til títt starv, tíni ynskir og tín tørv. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur, har tað ber til at taka eina samlaða útbúgving ella at taka støk modul. Tú kann velja eina ávísa breyt við fleiri valmøguleikum innan breytina.

Útbúgvingin fevnir um 5 lærugreinar og endaliga verkætlan. Glasir bjóðar út 3 breytir á útbúgvingini í løtuni, og hesar eru:

  • Søla og marknaðarførsla
  • Búskapur og tilfeingi
  • Leiðsla

Glasir bjóðar út 3 lærugreinir á Akademiútbúgvingini hvørt hálvár, eina á hvørjari breyt. Umsóknarblað til Akademiútbúgvingina kann heintast her.

Skeið

Glasir bjóðar eisini fleiri ymisk skeið. Hesi eru:

  • Akademiútbúgving: fíggjarlig ráðgeving
  • Akademiútbúgving: fyrisitingarútbúgvingin
  • Grundleggjandi leiðsla / leiðsla í verki
  • Projektleiðaraskeið
  • Skeið innan merkantila økið
  • Skeið innan leiðslu
  • Skeið innan tekniska økið
  • Skeið innan almenna fyrisiting

Tað er serliga fyrisitingarútbúgvingin, ið kundi verið áhugaverd fyri skrivstovufólk, ið ynskja at førleikamenna seg. Fyrisitingarútbúgvingin hevur málsviðgerð sum vallærugrein, og kravdar lærugreinar eru 1) Forvaltning i kommuner og regioner, 2) Psykologi og kommunikation og 3) Organisation og metode. Samstarvað verður við Komponent (fyrr COK), og harafturat er útbúgvingin góðkend sum akademiútbúgving. 

Meira kann lesast um einstøku skeiðini og útbúgvingarnar á heimasíðuni hjá Glasir.